16.04.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Glýsufiskurin á Føroyabanka

Grein um glýsufiskin á Føroyabanka í altjóða vísindatíðarritinum "Marine Biology Research". Annar høvundurin er granskari á Náttúruvísindadeildini.


Greinin viðger grundleggjandi lívfrøðina hjá glýsufiski, sum við Føroyar so at siga bara finst á Føroyabanka. Glýsufiskurin livir á smáum torvum á 15 til 200 m dýpi á landgrunnum eystaru megin í Norðuratlantshavi; frá Marrokko í suðuri, norður til Tróndheimsfjørin. Í útnyrðing er Føroyar markið.

Av tí, at glýsufiskur er ein lítil fiskur, einans einar 20 cm til longdar, verður hann um okkara leiðir ikki fiskaður til matna, men fert tú á fiskamarknaðir í onkrum av Miðalhavslondunum, finnur tú hann sum oftast.

Í greinini verður millum annað hugt at útbreiðslumynstrinum hjá glýsufiski á Føroyabanka, hvussu hann veksur, nær hann gerst kynsbúgvin og hvat hann etur. Greinin ber heitið ”Ecology of poor cod (Trisopterus minutus) on the Faroe Bank”, og er skrivað av Eyðfinni Magnussen og Maritu Magnussen.