
Góð arbeiðsferð á UCL í Odense
Leiðslan á Námsvísindadeildini á Setrinum hevur verið á arbeiðsferð á UCL í Odense sum partur av virksemi í norðurlendskum netverki, sum Nordplus stuðlar fíggjarliga
Námsvísindadeildin er partur av einum norðurlendskum netverki, sum hevur tvey høvuðsendamál. Fyrra endamálið er at skapa líkindi fyri, at tey, ið lesa til lærara í ávikavist Odense, Reykjavík og í Havn, kunnu fara í starvslæru hvør hjá øðrum. Seinna endamálið er at fáa undirvísarar á somu læraraútbúgvingum at samstarva og hugkveikja hvønn annan.
Mánadagin 17. og týsdagin 18. februar hevði netverkið fundarvirksemi á UCL í Odense. UCL stendur fyri "University College Lillebaelt" og er vinnuakademi og professiónsháskúli, sum er triðistørstur av sínum slagi í Danmark. Umleið 10.000 lesandi og 1000 starvsfólk eru skrásett á UCL.
Danir fingu nýggja læraraútbúgving í 2023, og høvuðsevnið á arbeiðsferðini hesa ferð var at skifta orð um tann stóra og broytta leiklut, ið starvslæran hevur fingið í nýggja leistinum.
Tá ið skráin varð løgd, vildu føroysku umboðini sleppa at hitta bæði útbúgvingarleiðaran fyri námsfrøðingaútbúgvingina og leiðaran fyri eftirútbúgving á UCL. Hetta ynskið varð eftirlíkað, og óformligu samrøðurnar kastaðu nógv av sær, sigur leiðslan á NÁD.
Tey, ið umboðaðu NÁD á ferðini, vóru Marius Joensen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina, Rúna í Skála, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, og Frida Poulsen og Hans Harryson, ið eru varadekanar.
Nordplus hevur stuðlað netverkinum síðan 2021. Játtanin frá Nordplus rindar ferð og uppihald hjá seks føroyskum lesandi og fýra føroyskum undirvísarum um árið.
- 28.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurNýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikkMikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føro...
- 26.03.2025 Setrið NáttúruvísindadeildinSigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøðiSigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari...
- 20.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinNámsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁDÍ dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgving...