Góð avtala fyri samfelag, Setur og Sjúkrahúsverk
- Pengarnir frá Sjúkrakassagrunninum hava styrkt okkara heilsugransking soleiðis, at vit nú eru før fyri at menna eitt universitetssjúkrahús í Føroyum. Tað segði Magni Mohr, prorektari fyri gransking m.a., tá avtalan millum Setrið og Sjúkrahúsverkið varð undirskrivað 26. juni 2024. Men grunnurin er tómur í dag, og játtan skal til, var eisini ein boðskapur í røðunum á tíðindafundinum
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, bað vælkomin til tíðindafundin í Kongshøll á Vestaru Bryggju
- Vælkomin í Kongshøll á hesum merkisdegi, nú Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið skriva undir samstarvsavtalu, sum skal styrkja grundvøllin undir bæði heilsuverkinum og universitetinum hjá okkum.
- Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum til frama fyri teir sjúklingar, sum heilsuverkið skal hjálpa við munadyggum og væl grundaðum viðgerðum.
- Heilsuvísindalig gransking er stórur partur av samlaðu granskingini í okkara grannalondum. Í Danmark verða 12,3 milliardir krónur brúktar av tí almenna til heilsugransking, og hetta er næstan 40% av allari almennari gransking. Í alt gjørdust 769 ph.d.-lesandi liðug á heilsuøkinum í Danmark í fjør.
- Umseta vit hetta til føroysk viðurskifti, svarar tað til 123 milliónir og gott sjey ph.d.-lesandi um árið á heilsuøkinum. Potentialið er risastórt!
- Eg eri sum rektari á Fróðskaparsetrinum sannførdur um, at vit við hesi avtaluni um formligt samstarv fara at seta ferð á menningina av bæði Sjúkrahúsverkinum og Setrinum. Eg vænti at phd-lesandi á heilsuøkinum koma at fylla nógv á ph.d.-skúlanum, sum eftir ætlan verður settur á stovn á Setrinum til heystar.
- Avtalan í dag er fyrsta týðandi fetið á hesi spennandi menningarleiðini. Fyri framman liggur stórt ítøkiligt arbeiði, so vit - um vónandi ikki ov langa tíð – kunnu kunngera, at vit nú hava reist eitt føroyskt universitetssjúkrahús, segði rektarin.
Birita Ludvíksdóttir er løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsumálaráðnum, og hon samskipaði eisini arbeiðið at gera álitið um universitetssjúkahús, sum varð handað Margit Stórá, landsstýriskvinnu í september 2023
- Tað er ein stórur dagur í dag, nú avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Setrið verður undirskrivað. Hetta er ein týðandi partur av arbeiðinum at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús.
- Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá desember 2022 stendur, at universitetssjúkrahús skal skipast við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti ein arbeiðsbólk til hetta arbeiðið í 2023. Arbeiðsbólkurin handaði sítt álit til landsstýriskvinnuna í september 2023.
- Fyrsti spurningurin, ein kann seta sær er, hví vit skulu arbeiða fram ímóti at skipa Universitetssjúkrahús í Føroyum.
- Tað er soleiðis, at gransking vísir, at tey sjúkrahús, ið geva læknum og heilsustarvsfólkum umstøður og tíð til gransking og undirvísing, hava eina betri sjúklingaviðgerð. So endamálið við hesum arbeiði er fyrst og fremst at hetta kann koma sjúklinginum til góðar við, at Sjúkrahúsverkið kann fáa eina enn betri sjúklingaviðgerð, enn Sjúkrahúsverkið hevur í dag.
- Harumframt kann eitt Universitetssjúkrahús draga til sín fleiri læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk tí, at Sjúkrahúsverkið tá kann bjóða heilsustarvsfólki bæði størv og granskingarmøguleikar.
- Vit vita, at trot er á heilsustarvsfólki í heilsuverkum kring allan heim í dag, so at fáa fleiri heilsustarvsfólk er avgjørt eisini eitt endamál við hesum arbeiði.
- Við fleiri heilsustarvsfólkum í Sjúkrahúsverkinum, ið granska, verður heilsugransking í Føroyum stimbrað og ment. Og hetta er eisini eitt týdningarmikið endamál við at skipa universitetssjúkrahus.
- Ein partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum var at lýsa hugtakið, og hvat skal til fyri at skipa universitetssjúkrahús í Føroyum. Í arbeiðinum leitaðu vit okkum vitan úr Danmark, Noreg og íslandi. Hesi londini hava havt sera ymiskar tilgongdir til at skipa universitetssjúkrahús. Tað er ikki ein ávísur leistur, ið skal til. Yvirskipað kann sigast, at eitt Universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, ið veitir sjúklingaviðgerð, fremur heilsugransking, veitir kliniska undirvísing í heilsufakum, hevur samstarvsavtalu við eitt universitet og brúkar ein ávísan part av sínari játtan til undirvísing og heilsugransking.
- Sjúkrahúsverkið lýkur nakrar av hesum treytum, tí Sjúkrahúsverkið veitir sjúklingaviðgerð á høgum stigi, fremur heilsugransking og veitir kliniska undirvísing í heilsufakum í ávísum mun. Tó skal nakað meira til, um Sjúkrahúsverkið kann kallað seg universitetssjúkrahús.
- Tað er, sum sagt, ymiskt, hvussu hini Norðurlondini hava skipað seg, men felags fyri tey øll er, at øll seta sum treyt, at har er ein samstarvsavtala ímillum eitt universitet og eitt sjúkrahús, fyri at sjúkrahúsið kann kallað seg Universitetssjúkrahús.
- Tí er tað ein týdningarmikil partur í arbeiðinum at stovnseta Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús, at avtalan millum Setrið og Sjúkrahúsverkið verður undirskrivað í dag. Eisini var tað av stórum týdningi, at almenn játtan er til taks til heilsugransking og útbúgving, um eitt sjúkrahús skal kalla seg universtitetssjúkrahús.
- Í Danmark seta tey sær mál fyri, hvussu stóran part av rakstrarútreiðslunum, tey nýta til heilsugransking fleiri ár fram í tíðina. T.d. vóru málini hjá Region Syddanmark í 2023 at seta minst 2% av rakstrarútreiðslunum av til heilsugransking. Málið fram til 2029 var at seta 3% av til heilsugransking.
- Í Noregi kann nevnast, at Oslo Universitetssjúkrahús í 2021 nýtti 4,8 % av samlaða rakstrinum til heilsugransking. Landsspitalið í Íslandi nýtti 2,4 % av samlaðu játtanini í 2021 til heilsufakligar útbúgvingar, meðan 1,3% vórðu brúkt til heilsugransking, harav 0,9 % vóru alment fíggjaðar.
- Vit kannaðu støðuna í Føroyum, og tað vísti seg, at føroyska Sjúkrahúsverkið nýtir 0,15% av sínari játtan til heilsugransking og 0,58% til undirvísing. Hetta er ov lítið til at kunna kalla seg universitetssjúkrahús.
- Í arbeiðinum høvdu vit drúgva umrøða av, hvat vit skuldu mæla politikarunum til viðvíkjandi fígging. Vit samdust um, at málið ikki mátti vera ov lágt. Málið skuldi vera, at Sjúkrahúsverkið skuldi brúka 1% av rakstrarútreiðslunum til heilsugransking og 1% til undirvísing, t.v.s. 2% tilsamans.
- Fyri at hetta skuldi vera eitt atkomuligt mál, mæltu vit politikarunum til at seta 2 mió. kr. av í sjey ár framyvir. Um hetta verður gjørt, fer Sjúkrahúsverkið at nýta 2% av játtan sínari til heilsugransking og undirvísing í 2030.
- Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, tók væl ímóti tilmælinum og raðfesti beinanvegin 1,5 mió.kr. til heilsugransking á fíggjarlógini 2024. Hesin peningur verður í fyrstu atløgu nýttur til at styrkja Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum við neyðugum stuðulsfunktiónum. Tá ið hetta er gjørt, er ætlanin at seta pening av á fíggjarlógini til heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum.
- Landsstýriskvinnan ætlar eisini komandi árini at arbeiða fyri at fáa játtan setta av til heilsugransking og undirvísing í Sjúkrahúsverkinum soleiðis, at vit kunnu røkka málinum um, at Sjúkrahúsverkið í 2030 nýtir 2% av samlaðu rakstrarjáttan sínari til heilsugransking.
- Onnur tilmæli í álitinum eru m.a.:
- At áseta reglur í sjúkrahúsverkslógini um universitetssjúkrahús
- At Sjúkrahusverkið verður løgfrøðilig eind soleiðis, at tann parturin av rakstrinum í Sjúkrahusverkinum, ið fevnir um uppgávurnar hjá einum universitetssjúkrahúsi, tað vil siga heilsugransking, undirvísing og útbúgving, verður skipaður sum løgfrøðilig eind, felags fyri øll 3 sjúkrahúsini
- Menna heilsugransking
- Menna útbúgvingar, íroknað ph.d.-útbúgvingar á Setrinum í heilsuvísindum og dagføra álitið um læknaútbúgvingar
- Menna útgerð ella karmar um heilsugransking, íroknað at menna rannsóknarstovurnar til granskingarrannsóknarstovur, fáa auditorium í Sjúkrahúsverkinum og arbeiða fram ímóti at fáa felags simuleringshøli
- Tað er at fegnast um, at hetta arbeiðið við avtaluni millum Setrið og Sjúkrahúsverkið nú er komin á mál.
- Tað er týdningarmikið at styrkja karmarnar um heilsugransking í Føroyum soleiðis, at granskast kann í føroyskum tilfeingi. Ávísar sjúkur er serføroyskar. Um eingin granskar í serføroyskum sjúkum og viðurskiftum, verður eingin vitan um serføroysku fyribrigdini. Tí er týdningarmikið at stimbra og menna heilsugransking í Føroyum.
- Við hesari avtaluni er komið væl longri áleiðis at skipa føroyska Sjúkrahúsverkið sum Universitetssjúkrahús.
Maria Skaalum Petersen, leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverrkinum, og Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Setrinum, høvdu síðani framløgu, áðrenn avtalan um universitetssjúkrahús bleiv undirskrivað
- Heilsugransking hevur verið í Føroyum í áratíggjur við Pál Weihe, professara, á odda. Hann grundlegði ta fyrstu burðarkohortuna longu í 1986 og hevur við síni gransking gjøngum árini sett Føroyar á heimskortið. M.a. hevur hendan granskingin lagt lunnar undir markvirði fyri kyksilvur í USA. Fysta kohortan varð grundað í 1986 og tann seinasta, sum kallast "kohorta 6", varð gundað í 2020.
- Fyrstu mongu árini var Pál Weihe rættiliga einsamallur á pallinum, men sum frá leið komu alsamt fleiri granskarar á banan. Men ongin ivi er um, at Pál Weihe hevur verið pionerur í heilsugranskingini, og hansara arbeiði hevur lagt lunnar undir hana í Føroyum. Og heilsugransking má sigast at blóma í dag, bæði í sjúkrahúsverkinum, men eisini á Setrinum.
- Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya er ment ómetaliga nógv seinastu 10 árini, og hetta er gjørt í tøttum samstarvi við Sjúkhúsverkið. Men fígging skal ikki undirmetast í hesum sambandi.
- Rættilig ferð kom nevniliga á granskingina í heilsuviðurskiftum í Føroyum, tá Granskingarráðið í 2014 fekk ábyrgdina av at umsita og útluta fæið í Sjúkakassagrunninum. Fæið var 28 milliónir krónur, tá gomlu sjúkrakassarnir vórðu avtiknir, og haraftrat kom so inntøkan frá søluni av bygninginum, sum Havnar Sjúkrakassi átti í miðbýnum í Havn.
- Pengarnir frá Sjúkrakassagrunninum hava styrkt okkara heilsugransking soleiðis, at vit nú eru før fyri at menna eitt universitetssjúkrahús í Føroyum. Grunnurin er nú tómur, men tørvurin á at stuðla heilsugranskingini er framvegis har.
- Tað var eisini við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum, at Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking varð settur á stovn í 2016. Hesin depil var ein samstarvsliður millum Setrið, Landssjúkrahúsið (LS) og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA), og síðani 2019 eisini Ílegusavnið (ÍLS). Depilin hevði til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving, og ta kann sigast at hava eydnast væl. Fjølbroytnið í evnum og granskingarhættum er flerifaldað, og eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á verkætlanunum. So skipað samstarv hevur verið millum stovnarnar. Men við hesi avtaluni, sum í dag verður undirskrivað, verður dentur serliga lagdur á samstarv, sum stuðlar upp undir tilgongdina at blíva eitt universitetssjúkrahús.
- 1.5 mió. kr. vórðu settar av á fíggjarlógini til byrja tilgongdina at blíva eitt universitetssjúkrahús. Hetta vísir ynski og vilja hjá politisku skipanini at fáa Sjúkrahúsverkið at blíva eitt universitetssjúkrahús og at styrkja um bæði Sjúkrahúsverkið og Setrið við hesi avtalu.
- Fyrsta tilmælið frá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi álitið um universitetssjúkrahús, var, at Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum skuldi styrkjast við neyðugum stuðulsfunktónium, og tað hava vit gjørt.
- Við hesi fíggingini hevur Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum fingið styrkt um stuðulsfunktiónirnar, eins og tilmælið segði. Vit hava sett biostatistikara, ein hagfrøðing, í starv, sum skal hjálpa og vegleiða granskarum, so teir kunnu fremja hagfrøðiligar greiningar.
- Eisini hava vit sett eitt fyrisitingarligt starvsfólk í hálvan brøk at veita ráðgeving og stuðul áðrenn, undir og eftir ein granskingarverkætlan er farin í gongd, íroknað at tryggja, at galdandi lóggáva verður hildin. Eisini skal viðkomandi hjálpa í sambandi við umsóknir til grunnar og gjøgnumgongd av tilfarinum fyri at tryggja, at ásett krøv eru svarað nøktandi, áðrenn umsóknir verða sendar. Og eisini í hálvan brøk hava vit sett ein fíggjarfulltrúa, sum skal taka sær av at umsita granskingarjáttanir, gera fíggjarligar frágreiðingar eftir tí leisti, ið hvør einstøk stuðulsskipan krevur, og hjálpa granskarum at gera fíggjarætlanir fyri granskingarverkætlanir, umframt at hava fíggjarstýring á Heilsugranskingareidini um hendur. Hann skal eisini sum frá líður virka fyri at útvega fígging og eyðmerkja viðkomandi grunnar at søkja fígging frá.
- So arbeiðið fram móti einum universitessjúkrahúsið er í gongd – og tað er avtalan, sum vit nú skulu skriva undir, eisini prógv um!
Og so skrivaðu Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, Maria Skaalum Petersen, leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Setrinum, undir avtaluna um universitetssjúkrahús
Dagur og vika hevði síðani innslag við samrøðum við Magna Mohr, Mariu Skaalum Petersen, Biritu Ludvíksdóttir og Jan Rasmussen, lækna og granskara.
Sí innslagið á tíðarkotu 21:49 her.
Eisini hevði útvarpið hjá KVF innslag um evnið. Hoyr innslagið her.
Lesið avtaluna um universitetssjúkrahús her.
Og lesið eisini álitið um universitetssjúkrahús her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...