Góð integratión krevur norðurlendskt samstarv
Serlig átøk skulu til fyri at geva tilflytarum, sum ikki hava norðurlendska bakgrund, fótafesti og pláss í føroyska samfelagnum. Vár í Ólavsstovu, lektari á NÁD, sum umboðar Fróðskaparsetrið í norðurlendska Alfaráðnum, sigur, at meira skal til enn at læra nýggar borgarar at lesa og skriva
Í 2000 búðu 548 fólk í Føroyum av øðrum uppruna enn norðurlendskum. Í dag er talið 2183.
Hetta setur nýggj og størri krøv til integratión.
Í norðurlendska samstarvinum, sum eitur Nordisk Netværk for Voksnes Læring (NVL), er Alfaráðið skipað, og har umboðar Vár í Ólavsstovu Setrið.
Málbólkurin hjá Alfaráðnum eru vaksin, sum hava annað móðurmál enn eitt av teimum norðurlendsku, og sum hava lítla ella onga skúlagongd. Hetta eru fólk, sum hava tørv á grundleggjandi lestrar- og skriftarkunnleika, men teimum tørvar eisini kunning um arbeiðsmarknað, samfelag og útbúgving.
Í samrøðu við heimasíðuna hjá NVL greiðir Vár í Ólavsstovu frá, at uppgávan er at stuðla tilflytarum í at gerast upplýstir og virknir borgarar í vælferðarsamfelagnum, og at vegurin kann vera bæði trupul og drúgvur.
Lesið alla greinina á heimasíðuni hjá Nordisk Netværk for Voksnes Læring her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...