Góðu lærarar, hjartaliga til lukku
03.07.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Góðu lærarar, hjartaliga til lukku

Norðurlandahúsið var karmur um prógvhandan 27.juni, har Janus Jensen helt røðu fyri nýútbúnu lærarunum.


Góðan dagin øll somul. Eg fari fyrst at ynskja øllum tykkum lesandi og næstrafólki tykkara hjartaliga til lukku við próvnum.

Hugsi ikki, at eg fari skeivur, tá eg sigi, at hetta er ein av stóru døgunum í tykkara lívi, ein hátíðardagur, sum tit fara at minnast afturá, bæði við gleði men kanska eisini við einum farra av sorgblídni, tað vil so vera. Tá prógvið er komið til høldar, er eitt skeið av lívinum komið at enda og eitt nýtt byrjar, og soleiðis eigur tað at vera.

Tey av tykkum, sum eg varði av, og sum eg í fyrstu atløgu fari at venda mær til, eru teir 31 nýklaktu lærararnir. Góðu lærarar, til lukku við próvnum.

Tá ið tit byrjaðu á Frælsinum ein vakran dag í august mánað í 2010, vóru tit 37 í tali, haldi eg meg minnast, og í dag eru tit 31, sum fáa prógv. Nøkur eru seinkað og fáa prógv seinni. Eg haldi meg eisini minnast, at eg orðaði meg nakað soleiðis í sambandi við lestrarbyrjan tykkara hendan dagin í august fyri sløkum 4 árum síðani:

Góðu lesandi, nýtið hendan møguleika, sum tit hava fingið, til fulnar, nýtið lestrartíðina á Frælsinum til at lesa, granska og gerast klók, bæði upp á tykkum sjálvi, men eisini upp á námsfrøði, sálarfrøði, undirvísing og mong onnur av teimum forvitnisligu evnunum og spurningunum, sum lærararnir leggja fyri tykkum.

Og nú, tá lestrartíðin er av, koma so spurningarnir: Hvussu gekst so? Ella sagt á annan hátt: Hvussu skarst? Fingu tit tað burturúr lestri tykkara, sum tit væntaðu? Gjørdust tit klókari? Eru tit nú klár at fara undir lærarastarvi?

Hesum spurningum vita tit ivaleyst best sjálvi at svara. Vit onnur, sum hava verið saman við tykkum hesa tíðina, kunnu tó hava okkara meting um hetta. Umframt at vera leiðari hjá tykkum, so havi eg eisini verið lærari hjá tykkum ein part av tykkara lestrartíð. Hetta havi eg kent sum ein frammíhjárætt, sum eg havi havt stóra gleði av. Eg eri komin at kenna hvønn einstakan av tykkum og eri uppaftur og uppaftur vorðin ovfarin av, í hvussu stórum álvara tey allarflestu av tykkum hava tikið lesturin, og hvussu stóra arbeiðsorku til hava lagt í hetta. Próvtøkuúrslitini bera eisini boð um hetta, so í mínum høvdi er ongin ivi. Tit eru bæði vorðin klókari og hava fingið eina holla útbúgving, sum ger tykkum væl og virðiliga før fyri at útinna eitt komandi starv sum lærari í fólkaskúlanum. Og ikki bara tað, við tí útbúgving, sum tit nú hava tikið, eru tit eisini skikkað til framhaldandi hægri lestur innan tykkara yrki, um tað so skuldi verið.

Eg nevndi í byrjanini, at tey, sum eg havi ábyrgdina av í dag, eru fyrst og fremst teir 31 lærararnir. Tað hevur tó ikki altíð verið soleiðis. Tey fyrsti 3 lestrarárini var eg leiðari hjá bæði lærarunum og námsfrøðingunum. Áðrenn eg endi, fari eg tí at venda mær til teir 28 námsfrøðingarnar, sum fáa prógv í dag. Góðu námsfrøðingar, hjartaliga til lukku við próvnum. Tað hevur sanniliga eisini kenst sum ein frammíhjárættur at hava fingið møguleikan at samstarva við tykkum hesi 4 árini.

At enda fari eg at takka tykkum øllum, sum hava lisið á Námsvísindadeildini, bæði lærarum og námsfrøðingum, fyri gott samstarv hesi 4 árini, eg ynski tykkum og tykkara alt tað besta frameftir.

Takk fyri.

Janus Jensen