Postari_Lestrarkafé_20092022_page-0001(1).jpg
14.09.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Góðu lesandi, komið á lestrarkafé

Setið kross í kalendaran týsdagin 20. september klokkan 15, tí tá verður lestrarkafé í Auluni á Frælsinum fyri øll lesandi á Setrinum

Øll lesandi hava tørv á góðum lesi- og notatteknikki - og eisini kaffi og sambandi við onnur lesandi.

Næsta týsdag klokkan 15.00 skipa lestrarvegleiðararnir fyri lestrarkafé, sum skal vera afturvendandi tiltak fyri øll lesandi á Setrinum.

Hesaferð fer Johild Dulavík, sum er lestrarvegleiðari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, at greiða frá og geva góð ráð um, hvussu lesandi kunnu arbeiða við lesi- og notatteknikki.

Ókeypis kaffi/te og køka verður at fáa.

Endamálið við lestrarkaféini er, at lesandi á Setrinum møtast tvørtur um deildir og fáa høvi at hoyra um eitt lestrarviðkomandi evni, samstundis sum tey knýta bond hvør við annan.

Øll eru hjartaliga vælkomin.