Góðu sjúkrarøktarfrøðingar! Til lukku við útbúgvingini
01.07.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Góðu sjúkrarøktarfrøðingar! Til lukku við útbúgvingini

Á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27. juni helt Súsanna M. Mortensen, útbúgvingarleiðari, røðu fyri sjúkrarøktarfrøðingunum


Góðu sjúkrarøktarfrøðingar

Hjartaliga til lukku við útbúgvingini. Vit gleðast saman við tykkum, nú dagurin er upprunnin, har tit fáa prógv fyri, at tit hava rokkið málinum, tit settu tykkum, tá ið tit avgjørdu at fara undir útbúgvingina.

Takk fyri framløgurnar mikudagin, har tit góvu okkum lut í teirri vitan, sum tit hava ognað tykkum í útbúgvingini og serliga í ritgerðararbeiðinum.

Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur leingi havt ætlan um at skipa fyri sjúkrarøktarfakligum degi fyri at hátíðarhalda, at nýggjur flokkur av sjúkrarøktarfrøðingum er klárur at fara undir yrkisleið sína.

Tit vóru tey fyrstu. Tit hava í tykkara ritgerðum víst á, hvussu margfelt arbeiði hjá sjúkrarøktarfrøðinginum er.

Menniskju mennast og læra í sínámillum samskifti og samveru.

Tit hava nomið tykkum eina útbúgving, har tit bæði hava ognað tykkum ávísa fakliga vitan innan náttúru og heilsuvísindi, sum er sera gott grundarlag til at útinna, miðla og leiða sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi.

Tit hava ognað tykkum førleika at leita fram nýggjastu vitan, so tit eru før fyri at útinna sjúkrarøkt á høgum stigi, sjúklingum og brúkarum til frama.

Tit hava í ritgerðum tykkara viðgjørt og víst á, hvussu umráðandi tað er at hava seg sjálvan við inn í eitt samskifti og samstarv við sjúklingar og brúkarar fyri at tryggja, at sjúkrarøktin verður givin við støði í tí, sum sjúklingurin ynskir og metir hava týdning fyri seg.

Ella við øðrum orðum so hava tit víst á, at knarvin til at útinna dygdargóða sjúkrarøkt liggur í at tvinna vitan saman við virðir.

Vit menniskju eru saman um at skapa okkum og hvørjum øðrum góðar lívsumstøður og lívsgóðsku.

Okkara lutur í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingar er at hava hesi virðir við í vitanargrundaðan handliførleika í praksis, sjúklingum, borgarum og samstarvsfeløgum til frama.

Henda ferð í útbúgving hevur broytt tykkum øll. Tann fakliga og persónliga menningin vil fylgja tykkum framyvir og vil vera ein barlast, sum gevur tykkum nýggjar handlimøguleikar, í yrkinum serliga, men eisini yvirhøvur.

Hvør flokkur hevur sína sál, og tit hava eisini verið ein serstøk eind. Eg vóni, at tað vinalag, sum er sprottið og vaksið í lestrartíðini framhaldandi verður tykkara millum.

Vit á Sjúkrarøktarfrøðideildini ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum og takka fyri tíðina saman. Vit ynskja tykkum eina bjarta framtíð.

Súsanna M. Mortensen