Gongur illani at fáa fólk at luttaka í landskanningini
17.08.2017
Til lesandi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gongur illani at fáa fólk at luttaka í landskanningini

Tá freistin var úti at svara spurningunum í landslagskanningini, sum Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn hava skipað fyri í summar, høvdu einans 130 fólk svarað spurningunum. Freistin er tí longd til 1. september við teirri vón, at fólk fara innaftur á síðuna og gera kanningina lidna.


Endamálið við kanningini var at fáa vitan um, hvat tann meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum og framtíðar menning av landinum. Heitt var á alt Føroya fólk um at luttaka, men tá freistin var úti 11. august, høvdu einans 130 fólk svarað spurningunum á teimum fýra síðunum og upplýst føðiár, kyn, útbúgvingarstig og hvar í landinum tey búgva.  Fyri at úrslitini skulu kunna brúkast er eisini neyðugt, at luttakarin trýstir á knøttin “Liðugt”, sum endar kanningin.

Áhugin er tó størri
Áhugi fyri kanningini tykist tó at vera munandi størri, tí 164 onnur fólk eru byrjaði at svara, men tá tey eru komin hálva leið, eru tey farin av aftur síðuni, uttan tó at hava endað kanningina. Tað er eisini áhugavert at síggja, at tilsamans 1.428 fólk hava verið inni á síðuni og hugt, tey flestu tó uttan at svara spurningunum.

Tíðarfreistin longd
“Vit kunna einans nýta úrslitini frá teimum luttakarunum, sum hava fullført alla kanningina. Vit hava tí longt tíðarfreistina til 1. september við teirri vón, at fólk fara innaftur á síðuna og gera kanningina lidna”, sigur Eyðfinn Magnussen, sum umboðar Setrið í kanningini. “Eg fari tí at heita á fólk, um at fara innaftur síðuna:  Landslagskanning.fo  og royna sum frægast at svara spurningunum. Um tú brúkar somu teldu, minnist skipanin, hvussu langt tú var komin, seinast tú var inni á síðuni, og tí er ikki neyðugt at byrja av nýggjum. Ikki er neyðugt at svarað øllum spurningunum. Er okkurt tú ivast í, kanst tú leypa spurningin um. Lítið er betri enn einki, og allur bati bøtur”, sigur Eyðfinn Magnussen.

Fyri at enda kanningina, skalt tú trýsta á knøttin “Liðugt”, sum er á seinastu síðuni (síðu 6 av 6)

Tú kanst lesa meir um kanningina á heimasíðuni hjá Setrinum: HER

Eru nøkur ivamál, so eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Eyðfinn Magnussen, lektara á Setrinum, eyðfinnm(at)setur.fo - tel. 29 25 59, Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard, lesandi, tel. 27 10 70, ella Hallu Áargarð av Rana, lesandi, tel. 29 08 98.