Gott og stimbrandi kjak um námsfrøðina
Stórur áhugi var fyri almenna tiltakinum um námsfrøðiliga økið, sum Námsvísindadeildin á Setrinum og Føroya Pedagogfelag skipaðu fyri mikukvøldið. Góð og konstruktiv uppskot komu fram um, hvussu økið kann stimbrast
Heilt fitt av fólki kom í auluna til stóra evniskvøldið um námsfrøðina, sum Námsvísindadeildin og fakfelagið hjá námsfrøðingunum skipaði fyri 29. mars.
Undir yvirskriftini "Námsfrøðingur í dag og í framtíðini" var lagt upp til orðaskifti, og góð og konstruktiv uppskot komu eisini fram um, hvussu økið kann stimbrast, nú ávíst trýst hevur verið ymsastaðni í skipanini eina tíð.
Á skránni vóru fyri tríggjar framløgur, sum skuldu stimbra undir orðaskiftið, sum verða skuldi. Fyrst hevði Kristina Hvannastein, sum arbeiðir sum námsfrøðingur, framløgu, sum hon kallaði "Tær góðu søgurnar hjá námsfrøðingunum". Síðani tók Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina, og Sigrid Vesturgarð, námslektari, mikrofonina og greiddu frá granskingarverkætlanini, sum eitur "Miðlaflutningur um dagstovnaøkið". Triðju framløguna hevði Jóhanna Jancyardóttir, sum er eindarleiðari í Almannaverkinum. Hon røddi um "Ymiskleikan á serøkinum".
Síðani var áhugavert pallborðskjak m.a. um stóru samfelagsbroytingina og menningina, ið er hend á námsfrøðiliga økinum frá 60´unum og fram til í dag, tann økta tørvin á námsfrøðingum og týdningin av námsfrøðingastarvinum í okkara nútíðarsamfelag.
Við pallborðið sótu Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, Sonja Olsen, námslektari í dagstovnanámsfrøði, Jóhanna Jancyardóttir, eindarleiðari í Almannaverkinum, Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum og Sanna á Løgmansbø, dagstovnaleiðari.
Eisini skiftu tey orð um avbjóðingar á dagstovnaøkinum og arbeiðsumstøðurnar hjá námsfrøðingunum. Í hesum sambandi komu fleiri uppskot um, hvat ítøkiliga kann gerast fyri at menna og betra um framtíðarkarmarnar á hesum so týðandi økinum.
Í pallborðskjakinum varð sjálvandi eisini tosað um, at politiska skipanin nú hevur gjørt av, at námsfrøðingar skulu fáa eitt lønarlyft aftrat vanligu lønarhækkingini við sáttmálasamráðingunum fyri at gera tað meira nøktandi hjá fólki at arbeiða á økinum, umframt at strembað verður eftir at fáa fleiri eftirútbúgvingartilboð til námsfrøðingar fyri at tryggja fakliga menning. Eitt annað evni var somuleiðis, at Fróðskaparsetrið næsta lestrarár fer at taka ein eyka flokk inn á námsfrøðingaútbúgvingina, sum vónandi fer at minka um trotið á arbeiðsmegi, sum er á økinum. Orðaskifti var harumframt um týdningin av miðlingini, sum er um námsfrøðiliga økið og ta fatan og virðing, sum hetta hevur fyri námsfrøðiliga yrkinum.
Fólk, sum vóru komin í auluna á Frælsinum at lurta, fingu eisini høvi til at seta umboðunum í pallborðinum nakrar áhugaverdar og viðkomandi spurningar, og hetta legði hetta lunnar undir livandi og konstruktivt kjak.
Tit, sum hava hug at lesa námsfrøði, kunnu søkja gjøgnum kvotu 2 áðrenn 15. apríl og gjøgnum kvotu 1 áðrenn 1. juli.
Lesið meira um útbúgvingina her.
Hyggið eisini eftir samrøðuni við Sáru, sum í dag lesur námsfrøði og elskar útbúgvingina, her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...