08.03.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Granskar á King´s College í London og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.

Síðan september í fjør hevur Heini í Skorini verið Ph.D.-lesandi á King´s College, University of London, samstundis sum hann er knýttur at Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Vit settu honum nakrar spurningar, bæði um verkætlanina og um hugsanir hansara um eitt framtíðar universitet í Føroyum.

JCSJ: Kanst tú greiða eitt sindur frá hvat tú granskar í? Hvat gongur tín Ph.D. verkætlan út uppá?

Mín verkætlan snýr seg um framsøgufrælsi, blasfemi, átrúnað og sensur. Síðani stríðið um donsku Muhammed-tekningarnar í 2006 hava serliga tey muslimsku londini í ST arbeitt fyri at fáa strangari blasfemi-lógir inn í altjóða lóggávu, men vesturheimurin hevur sýtt fyri hesum. Ósemjan botnar í spurninginum um, hvønn leiklut átrúnaður skal hava í 21. øld (í fleiri muslimskum londum er revsingin fyri blasfemi deyðadómur).

Í fyrstu atløgu skal eg kanna hendan samanbrestin, soleiðis sum hann kemur til sjóndar í ST-høpi. Í aðru atløgu er ætlanin at kanna bakgrundina fyri hesi ósemjuni, og í triðju atløgu er endamálið at kanna, um sensurur og sjálvsensurur er ein veruleiki í Evropa í dag. Kjarnuspurningarnir eru: Hvønn leiklut skal átrúnaður hava í 21. øld? Hvar ganga mørkini fyri framsøgufrælsinum? Skulu minnilutar verjast? Er tað ein mannarættur at finnast at religión? Ella er tað hinvegin ein mannarættur at sleppa undan niðrandi atfinningum? Nær verða orð vandamikil? Nær kunnu orð elva til forfylging og fólkadráp? Hvør er munurin á individuellum rættindum og rættindum hjá (átrúnaðarligum ella mentanarligum) bólkum?

JCSJ: Tú tók eitt ár av tíni Bachelor-útbúgving á Søgu- og Samfelagsdeildini, og síðani eina Master-útbúgving á King´s College í London. Hvussu vilt tú lýsa munin á at lesa í Føroyum og í London?

Munurin er sjálvandi fyrst og fremst støddin á universitetinum og á umhvørvinum annars. Av tí at eg í stóran mun havi tikist við altjóða viðurskifti, var tað gott at vera í London, og lærararnir har høvdu sera góð altjóða sambond (tá eg samstundis starvist sum freelance journalistur fyri danskar miðlar, tá stundir eru til tað, er London eisini eitt schlaraffenland við góðum søgum og spennandi fólkum úr øllum heiminum).

Eg tók mína Bachelor-útbúgving í Keypmannahavn og í Føroyum (2 ár í DK og 1 ár í FØ), og eg havi eisini góð minni frá Setrinum, men á ein heilt øðrvísi hátt. Her snúði tað seg mest um Føroyar, mítt heimland og mítt bakland. Tann lærdómin vildi eg heldur ikki verið fyri uttan, og í longdini havi eg eisini ambitiónir um at granska í Føroyum og um Føroyar. Men beint nú snýr tað seg um ta stóru verðina. Eitt og hvørt universitet má sjálvandi hava eitt altjóða útsýni, og tí vóni eg at kunna vera eitt ískoyti her heima eisini, bæði nú og framyvir.

JCSJ: Hvussu sær títt dreyma universitet út í Føroyum?

Eg vildi ynskt, at allar deildirnar á Setrinum kundu savnast á einum staði, so vit fingu eina sterkari kenslu av at vera í einum størri fakligum umhvørvi. Tann sosiali parturin skal ikki undirmetast. Eg vildi eisini ynskt, at fleiri útlendingar komu hendavegin at undirvísa, antin fysiskt ella á einum stórskíggja umvegis netið, so kenslan av geografiskari isolatión gjørdist veikari. Tað er heimsins størsta klisje, men eg vildi eisini ynskt, at politiski myndugleikin í størri mun raðfesti hægri útbúgvingar, so fleiri ung vórðu verandi í Føroyum, og vit fingu eitt størri og meiri dynamiskt umhvørvi. Kanningar vísa, at heili 30 % fara av landinum ímóti sínum vilja, tí teirra útbúgving ikki finst í Føroyum. Ímynda tær, um 30 % av øllum lesandi valdu Føroyar fram um útlandið hvørt ár? Sjálvandi fer Setrið ongantíð at kunna kappast við universitetini í Danmark og Bretlandi í vavi, men politiskt kundi man syrgt fyri, at í øllum førum fleiri valdu Setrið og aðrar føroyskar útbúgvingar. Og fyri at venda pílinum inneftir er tað eisini uppgávan hjá Setrinum áhaldandi at vísa á og grundgeva fyri, hví tað er alneyðugt at hava eitt sterkt og gott universitet, og hvat Føroyar fáa burturúr hesum – bæði materielt og immaterielt. Eftir kjakinum at døma er hetta kanska tann týdningarmesta avbjóðingin. Aðrastaðni kjakast man ikki um, HVØRT vit skulu satsa uppá hægri útbúgvingar, men HVUSSU. Vónandi koma vit skjótt hagar.

JCSJ: Hevur tú nøkur góð ráð til tey, sum verða Bachelor á Fróðskaparsetrinum í summar og hugsa um at fara til Onglands at lesa?

Tjaaaaa. Tað er nógv hugnaligari, heimligari og stundum meiri sosialt í føroysku ghetto´ini á Amager. London er stórt og hamrandi ópraktiskt at búgva í. Men fakliga havi eg verið heilt óluksáliga glaður fyri London, og tað var ikki uttan orsøk, at eg søkti aftur eftir trimum árum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Men spennið er øgiliga stórt ímillum tey bestu og tey vánaligastu universitetini í Bretlandi. Eg kenni fleiri fólk, eisini føroyingar, sum als ikki eru nøgd við sínar útbúgvingar í London, so vel eitt universitet, sum liggur hampiliga ovarlaga á altjóða rating-listum og innanfyri tína lærugrein.