Gransking elvir til vøkstur
Skriva út

Gransking elvir til vøkstur

Røðan, sum Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, helt til handan av Granskarasetrinum "Inova" seinasta fríggjadag 31. mai 2013.


Vegna Fróðskaparsetur Føroya vil eg ynskja vinnumálaráðnum, landsstýrinum, vinnuframa og p/f Inova hjartaliga tillukku við nýggju granskaraparkini, ið hevur fingið heitið, Granskarasetrið Inova. Hóast ein kann siga, at tað hevur tikið langa tíð at loysa parkina úr lagdi , so kunnu vit í dag fegnast stórliga um tað tak, sum her er tikið, og um teir møguleikar, sum slíkt umhvørvi gevur fyri samstarv millum vinnulív og universitet. At skapa góðar fysiskar karmar har vitan og framtakshugur fáa høvi at renna saman er ótrúliga umráðandi, tá vit hugsa um at skapa og menna okkara vinnuliga og samfelagsliga grundarlag.

Í Juli 2005 varð givið út ”frágreiðing og tilmæli í samband við stovnsetan av granskarapark”. á síðu 17 – visjón um granskaraparkina stendur m.a. at visjónin er, at parkin fer at draga til sín føroyskar og útlendskar granskarar, føroyskar og útlendskar ”know-how” fyritøkur og føroyskan og útlendskan kapital. Granskaraparkin skal vera eitt markamót millum verandi vinnu, hægri nám, granskingaumhvørvi og íverksetarar – soleiðis at nýggjar fyritøkur síggja dagsins ljós og verandi fyritøkur menna seg og ganga nýggjar leiðir. Hugsanin tá var, at høvuðsdenturin skuldi leggjast á biotøkniliga gransking og bioinformatikk, m.a. í samband við gransking av ílegum.

Gransking, útbúgving og menning verður, í EU høpi, nevnt vitanartrýhyrningurin. Aftanfyri hesum hugtakinum liggur ein trúgv á, at eitt vælvirkandi samspæl millum just hesi trý, gransking, útbúgving og menning, er høvuðsdrívmegin í vitanarsamfelagnum.

Í føroyska samfelagnum mugu raðfestingar gerast. Vit eru meiri og meri tengd at vælvirkandi samstarvi og samskifti við umheimin. Okkara fólk flytir seg um allan heim til arbeiðis og í lestrarørindum. Vit útbúgva okkum alt meiri og globaliserast alt meiri. Fyri at føroyska samfelagið skal verða kappingarført og lívført – so er neyðugt at raðfesta humankapitalin, ella tað menniskjaliga tilfeingið. Uttan at satsa beinhart uppá útbúgving, gransking, mentan, menning og vitanarstørv, so tapa vit dystin um menniskjaliga tilfeingið.

OECD hevur í samstarvi við NORA í 2011 givið út eina samfelagsliga og búskaparliga greining av útnorðurðurøkinum (t.e. Føroyar, Ísland, Grønland og vesturstrondin í Noregi). Her verður hugt eftir hvørjir avbjóðingar og hvørjir møguleikar NORA økið hevur fyri burðadyggari menning. Høvuðsniðurstøðurnar eru: At vit mugu gagnnýta okkara tilfeingi burðardygt, samstarvið milum økini má styrkjast munandi, økonomiski aktiviteturin má økjast, infrastruktururin má styrkjast og atlit mugu takast til veðurlagsbroytingar. Sum ein av stóru avbjóðingunum, at røkka hesum, verður nevnt, at íløgur í humankapitali er ein kritiskur og avgerandi faktorur til tess at menna nyggjar vinnur, til at virðisøkja verandi vinnur og til at gagnnýta tøkniligu møguleikarnar.

Framkomin lond gera í dag íløgur í gransking og menning uppá meiri enn 3% av BTÚ, g.g. at her er útbúgving ikki roknað uppí. Vinnuligi parturin av hesum liggur millum 50 og 70%. Mær kunnugt hava vit ikki dagførd tøl fyri støðuna í Føroyum, men í 2003 bleiv gransking og menning uppgjørt til 0.87% av BTÚ. Sannlíkt er støðan ikki broytt stórvegis og tí er neyðugt at raðfesta øðrvisi, - tað er prógvað at íløgur í gransking og útbúgving elvir til vøkstur,  - vit eiga ikki at ivast í hesum.

Just tí skulu vit gleðast um at granskarasetrið Inova, nú er komið undir land. Eftir er, at fáa góða nyttu úr kørmunum, sum her verða givnir.

Í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum kom út herfyri, verður m.a. mælt til at raðfesta vinnurættaða gransking, og at almennu Føroyar seta 15 milliónir av um árið, sum vinnulív og granskingarumhvørvini í felag kunnu søkja um treytað av at vinnulívið fíggjar  part av granskingini. Vónandi tekur politiski myndugleikin undir við hesum og at slík játtan fer at síggjast aftur í virkseminum her á staðnum.

Fróðskaparsetur Føroya tekur væl ímóti hesum møguleika og hava vit gjørt av at staðseta part av okkara gransking her – Svein Ole Mikaelsen professari í molekylærbiologi verður okkara akkersfólk, og mín vón skal vera at vit fáa styrkt tað góða samstarv sum er, og at nýggj sambond og gransking síggja dagsins ljós.

Tað er neyðugt at slóða fyri framhaldandi vøkstri í okkara høvuðsvinnum - fiskivinnuni og alivinnuni. Við áhaldandi at fremja virðisøking av okkara utflutningsvørum skapast eisini vakstrarmøguleikar fyri øðrum vinnum í Føroyum.

Alivinnan er í eini støðugari menningartilgongd, har tørvur er á at loysa trupulleikar við fóðri, pláss, sjúku o.a, og ofta er tað gransking, sum tá skal til. At gagnnýta tilfeingið til fulnar, bæði frá alivinnuni og frá fiskivinnuni, er eisini ein stór og alneyðug avbjóðing at fáa loyst. Tað ber væl til at ímynda sær nýggjar biotøkniliga vinnur sum gagnnýta marina tilfeingið til spesialproduktir innan mat og fóður, men eisini innan ein skjótt vaksandi biokemiskan íðnað og heilsuíðnað.

Tí er tað eyðsæð at gagnnýta teir synergieffektirnar, ið umhvørvið á granskarasetrinum kann bjóða. Fróðskaparsetrið hevur í longri tíð samstarvað við Fiskaaling um granskingar-verkætlanir og í løtuni eru trý ph.d.-lesandi knýtt at hesum samstarvi. Við granskarasetrinum skapast ein góður pallur fyri vaksandi samstarvi millum vinnu og gransking.

Vit gleðast um hetta og taka við avbjóðingini.

Takk fyri.