Gransking í vindorku – søga, støða og framtíð
20.03.2017
Náttúruvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Gransking í vindorku – søga, støða og framtíð

Mikudagin 22. mars fer Hans-Georg Beyer, professari, at halda fyrilestur um gransking í vindorku


Hans-Georg Beyer kom í starv sum professari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum tann 1. desember 2016. Í tí sambandi fer hann at halda almennan fyrilestur við heitinum ”Wind power application – views on history, status and future challenges”.

Hans-Georg sigur soleiðis um fyrilesturin: “Í dag er vindorka ein týðandi partur av orkuveitingini í mongum londum, teirra millum Føroyum. Hesin fyrilesturin miðar eftir at lýsa søguna hjá hesari tøknifrøðini, hvussu tað hevur gingið upp og niður við henni í ljósinum av samfelagsmenningini, og hvør støðan er í dag, tá ið tað kemur til nýtslu av vindorku. Við hesum útgangsstøði verður lýst tað, sum liggur aftanfyri spurningarnar, sum dríva aktuellu granskingina á økinum”.

Fyrilesturin verður mikudagin tann 22. mars kl. 15 í Ovastovu í Nóatúni, Tórshavn. Hann verður hildin á enskum.

Hans-Georg Beyer kom í starvið á Fróðskaparsetrinum frá Universitetinum í Agder í Noregi, har hann hevði starvast sum professari í varandi orku síðan 2010. Frammanundan hevur hann arbeitt á University of Applied Sciences in Magdeburg í Týsklandi og verið gestagranskari á Mines Paritech, Fraklandi, og verið gestaprofessari á Universidade Federal de Santa Catarina, Brasil. Meir kann lesast um Hans-Georg Beyer her.