Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030
Hvussu røkka vit málinum um 100 prosent varandi el-orku í 2030? Helma Maria Tróndheim, vinnu-ph.d.-lesandi, hevur granskað í málinum og fingið góðkent vísindaliga grein í altjóða tíðarriti
Greinin hjá Helma Mariu Tróndheim eitur "100% Sustainable Electricity in the Faroe Islands: Expansion Planning through Economic Optimisation", og hon er góðkend at koma í viðurkenda tíðarritið, IEEE Open Access Journal of Power and Energy.
Granskingarráðið stuðlar verkætlanini úr serligari vinnu ph.d-skipan.
Lesið greinina her.
Helma Maria Tróndheim er vinnu-ph.d.-lesandi (mynd sev.fo), sum merkir, at hon arbeiðir á SEV og er innskrivað á Setrinum. Grein hennara snýr seg um at gera eina nágreiniliga útbyggingarætlan fram móti málinum um at hava 100 prosent grøna elframleiðslu á landi í Føroyum í 2030.
Nógv arbeiði skal til fyri kunna gera slíka ætlan, og kanningarnar hjá Helmu Mariu Tróndheim eru væl meira útgreinaðar enn undanfarnar kanningar av leiðini fram móti grønum streymi í 2030.
Mannagongdin er lýst stutt í einum filmsbrotið (graphical abstract), sum kann síggjast her.
Tað, sum loysir seg best
Í grein síni í Journal of Power and Energy viðger Helma Maria Tróndheim, hvat er mest skynsamt fíggjarliga í sambandi við íløgur í framleiðslumátt og goymslur til ymsu orkukeldurnar, og júst hvar í landinum íløgur til útbyggingarnar skulu gerast. Hon leggur eisini upp fyri, at flutningskervið skal megna at flyta framleiðsluorkuna úr einum øki í annað.
Við hesi nýggju útbyggingarætlanini ber til at gera meira eftirfarandi kanningar av støðufestinum á framtíðar elnetinum, tí at vit fáa staðsett útbyggingarnar.
Útrokningarnar vísa, at grønar orkukeldur eru fíggjarliga skilabesta valið, til markið uppá 87 prosent grøna framleiðslu er rokkið. Tey seinastu 13 prosentini krevja nevniliga, at framleiðslumátturin veksur heili 80 prosent.
Støðugar dagføringar
Greinin staðfestir, hvussu týdningarmikið tað er regluliga at dagføra útbyggingarætlanina, so hvørt sum tøkni mennist og kostnaðir broytast.
"Tøkni sum eitt nú sjóvarfalsorka ella biobrennievni kann kollvelta útbyggingarætlanina av framtíðar elnetinum, sigur Helma Maria Tróndheim.
Granskingarverkætlanin hjá 26-ára gomlu Helmu Mariu Tróndheim snýr seg um, hvussu støðufestið í eini elskipan kann varðveitast, tá orkukeldurnar eru óstøðugar.
Vinnu-ph.d.-verkætlanin er samstarv millum Helmu Mariu Tróndheim, SEV, Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum og Aalborg Universitet.
Vegleiðarar og medrithøvundar á greinini: Bárður A. Niclasen (Setrið), Terji Nielsen (SEV), Filipe Faria da Silva (AAU) og Claus Leth Bak (AAU).
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...