Granskingar- og námsfrøðiligt samstarv í útnorðri
Nakrir granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum hava stovnað ein bólk, ið arbeiðir við evninum “Barndómurin í broyting –sjónarhorn á barnið í familjuni og í námsfrøðiligum stovnum”.
Granskarabólkurin hevur til endamáls at savna vitan og gera kanningar í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harafturat er endamálið hjá granskararabólkinum at knýta eitt sterkt samband millum gransking, vitan og tað gerandisliga arbeiði á námsfrøðiligum stovnum.
Fyrsta átakið hjá granskarabólkinum er ein ráðstevna, ið verður hildin 10.-12. maj 2013 á Ilisimatusarfik (fróðskaparsetrið í Nuuk). Ráðstevnan er bæði fyri grønlendskar granskarar og grønlendsk starvsfólk á ymsum námsfrøðiligum stovnum, t.d. dagstovnum, skúlum, sernámsfrøðiligum ráðgevingarstovnum, og barnaverndartænastum. Meira kann lesast um ráðstevnuna á www.sunniivik.gl.
Tveir av stigtakarunum til granskararbólkin eru Karen Marie Nathansen, Ph.D. stipendiatur, úr Grønlandi og Jóhannes Miðskarð, Ph.D., úr Føroyum. Í løtuni er Jóhannes Miðskarð í tíðaravmarkaðum starvi á Námsvísindadeildini á Setrinum. Harafturat eru fleiri námsfrøðingar, lærarar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar og námsfrøðiligir ráðgevar knýttar at granskarabólkinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...