27.03.2012
Altjóða Skrivstovan Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Granskingardepilin nú eisini á setur.fo

Nú er Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning eisini vorðin partur av heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya www.setur.fo


Hetta sum liður í framhaldandi samansjóðingini av stovnunum sum seinastu árini eru vorðnir partur av Fróðskaparsetri Føroya - Føroya Læraraskúla, Sjúkrarøktafrøðingaskúli Føroya, og Granskingardeplin fyri Samfelagsmenning - við Setrið.

Granskingardepilin hevur eins og hinir stovnarnir havt egna heimasíðu. Men nú er eisini Granskingardepilin vorðin partur av felags profilinum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

(slóð til Granskingardepilin)

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er ein granskingardepil, sum hevur til endamáls at fremja og menna samfelagsvísindaliga gransking. Granskingarvirksemi fevnir bæði um føroyskar og altjóða granskingarverkætlanir.

Granskarar á Granskingardeplinum taka lut í eini røð av granskingarverkætlanum, bæði føroyskum og altjóða. Her á heimasíðuni er kunning um tær fleiri enn 90 útgávunum við beinleiðis tilknýtið til føroysk samfelagsviðurskifti (tær flestu eru tøkar beinleiðis undir útgávur), sum granskarar á Granskingardeplinum hava verið partur av.