Hóraldur, Náttúruvísindadeildin, Granskingarkjarnin
27.11.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Granskingargarðar og DNA-maðurin, James D. Watson

Á kunningarferð í Danmark um granskingargarðar fekst almikið at vita um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Gen-granskarin James D. Watson var eisini at hoyra á ferðini.


Vinnumálaráðið

Vinnumálaráðið skipaði fyri væl eydnaðari kunningarferð til Danmarkar í tíðarskeiðinum: mánadagin 27. oktobur til fríggjadagin 31. oktobur. Eitt rósvert átak. Endamálið var at fáa kunnleika um vinnugransking og vitanartungar vinnur í Danmark.

Vitjað varð á hesum stovnum og virkjum:

  • CONNECT Danmark (íverksetanarnetverk; Keypmannahavn),
  • Symbion og COBIS (granskarapark; Keypmannahavn),
  • Scion DTU og DTU Innovation (granskarpark og fígging av nýmenning; Keypmannahavn),
  • CP Kelco (granskingargrundað framleiðsla; Lille Skensved),
  • ACE Bioscience og Alphalyse (biotøknifyritøkur; Odense),
  • Odense Universitetshospital (Henning Beck-Nielsen professari greiddi frá; hansara granskingarbólkur publicerar umleið 100 javnlíka-skilmettar vísindaligar greinar um árið; Odense),
  • INCUBA (granskarapark; Skejby),
  • DTU Aqua (granskarapark; Silkeborg),
  • Foulum og Agropark (granskarapark; Tjele),
  • Forskning og innovationsstyrelsen (stovnur undir ráðnum fyri Vísindi, Tøkni og Menning; Keypmannahavn),
  • Medicon Valley (lívfrøði-teyggja, fígging og netverk um vitanarvinnur; Sæland og Skåne).

Omanfyrinevndu vitjanir vóru sera áhugaverdar og góvu føroyska ferðaliðnum fitt av fróðskapi, ráðum eins og fleiri góðum granskingargullkornum.

Ferðadøgurði og James D. Watson

Undir einum ferðadøgurða í Jútlandi røddi Bogi Eliasen frá Bitland um ferð sína í Amerika herfyri, har hann hevði luttikið á eini lívtøkni-ráðstevnu. Á ráðstevnuni hevði hann fingið eitt langt prát við DNA-mannin, James D. Watson. Vit fingu høvi at hoyra ein stuttan úrdrátt av hesi samrøðu. Tá Bogi hevði sagt frá Føroyum, føroyingum og føroyska fólkinum sum eina avbyrgda búfjøld við aldagomlum fullkomnum ættaryvirliti og attengdari skráseting av arvaligum sjúkum, gjørdist Nobelheiðurslønarvinnarin, James D. Watson, so hugtikin í føroyska fólkinum sum genetiskt granskingarevni, at hann týðuliga spentur hevði fyri munni, segði og mælti, at til Føroya mátti hann koma, áður enn hann fór hiðani frá. Meiningin er at hava eina lívtøkni-ráðstevnu í Føroyum næsta ár, 2009, við luttøku av vísindaliga nestorinum, 80 ára gamla James D. Watson.

Rosalind Franklin

Søgan um James D. Watson er rímuliga væl kend. Tað var tann 28. februar 1953, at alisfrøðingurin Francis Crick (37 ár) og fuglafrøðingurin/mýlski lívfrøðingurin James D. Watson (25 ár) (Mynd 2) funnu fram til strukturin á DNA (deoxyribonucleinsýra) (Mynd 1) út frá røntgen-diffraktións-data hjá stak dugnaligu Rosalind Franklin (Mynd 3) og Maurice Wilkins. Rosalind Franklin doyði av krabbamein í 1958 einans 38 ára gomul. Í 1962 fingu Francis Crick, James D. Watson og Maurice Wilkins heiðursløn Nobels. Av tí at heiðursløn Nobels ikki verður givin deyðum, so fekk serkøna Rosalind Franklin onga heiðursløn, hóast at tað var hon, sum hevði framt tær avgerandi starvsstovukanningarnar, ið førdu til avdúkingina av DNA-bygnaðinum.

Ráðstevna

Sum framhald av kunningarferðini í Danmark skipar Vinnumálaráðið fyri einari ráðstevnu um gransking og menning í Norðurlandahúsinum 5. desembur 2008. Tíggju fólk fáa umleið 10 min. at leggja fram evni um viðkomandi føroyska náttúruvísindaliga gransking og menning. Dentur verður lagdur á fíggjarligu og samfelagsligu fyrimunirnar av at fremja vinnlulívsstimbrandi rannsóknir og reistur í Føroyum. Allir politikararnir verða bodnir við á almennu ráðstevnuna.

Fróðskaparsetur Føroya

Á øllum støðunum, ið vitjaði vórðu í Danmark, var áherðsla løgd á týdningin av at hava eitt fakliga fjallsterkt universitetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur. Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskaparsetur verða vánirnar tessvegna ringar fyri einum væleydnaðum føroyskum granskingargarði.

Í attengdu fíluni niðast (Úthav) hevur Bogi Eliasen samrøðu við James D. Watson.

27.11.2008

Hóraldur Joensen

Granskingarleiðari, lektari



Uthav031208.m3u
Uthav031208_01.m3u
Uthav031208_02.m3u