Granskingarráðið fingið 35 umsóknir um stuðul
Tá árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking fór í gjár, vóru 35 umsóknir komnar til báðar skipanirnar, og tilsamans verður søkt um góðar 32 milliónir krónur
Lýst varð eftir umsóknum til stuðul til gransking við fyrivarni fyri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Í lógaruppskotinum, sum júst er lagt fram, eru 7,5 milliónir krónur settar av til granskingarstuðul, og hetta er sama upphædd sum seinastu mongu árini.
Seinastu árini hava 8-10 umsøkjarar fingið játtað stuðul í árliga umfarinum. Av tí at ph.d.-verkætlanir í ár kunnu fáa hægri játtan enn undanfarin ár, er sannlíkt, at tað talið verður tað sama ella lægri í ár.
Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til í mesta lagi 2,5 milliónir krónur eru tøkar til stuðul í 2023.
Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her
Umsóknir verða mettar av útlendskum granskarum
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Eftir tað fer faknevndin fyri stuðli til gransking at viðgera og taka støðu til umsókninar.
Granskingarráðið sigur, at umsøkjarar kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...