Granskingarsamstarv um fráflyting
“Fara av landinum – hví flyta kvinnur úr Føroyum” er heitið á nýggjari verkætlan, sum granskarin Karin Jóhanna L. Knudsen júst er farin undir.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Roskilde Universitet.
Verkætlanin:
Endamálið við hesari 3 ára ph.d.-verkætlan er at fáa neyvari vitan um flytføri, fráflyting og upplivingar hjá føroyskum konum. Vegleiðarar verða Jørgen Ole Bærenholdt, professari á Roskilde Universitet og Malan Marnersdóttir, professari og dekanur á Fróðskaparsetrinum. Enska heitið á verkætlanini er “Leaving the Islands: Understanding Women’s Migration from the Faroe Islands”, og kann samandráttur av henni lesast her
Atknýtt:
Karin Jóhanna L. Knudsen hevur granskað í støðuni hjá føroyskum konum í eitt áramál. Les um Karin Jóhanna L. Knudsen, her
Samstarsavtalan millum Roskilde Universitet og Fróðskaparsetur Føroya er ein sonevnd “cotutelle”-avtala har tann ph.d. lesandi verður innskrivaður á tveimum universitetum. Á henda hátt er gjørligt at styrkja vegleiðingina og fakliga umhvørvið hjá ph.d.-granskaranum.
Karin Jóhanna L. Knudsen hevur starvsstað á Søgu- og samfelagsdeildini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...