Granskingarseminar: Leiðin til Arktis
24. til 28. februar verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri árliga seminarið hjá granskingarsamstarvinum, sum kallast Leiðin til Arktis
Fleiri granskarar og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verða við og leggja fram, tá árliga arbeiðsseminarið, Gateway to the Arctic VII verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Talan er um eitt tvørfakligt granskingarsamstarv, har dentur verður lagdur á broytingar í arktiska økinum við atliti at samfelagi, burðardygd og veðurlagi.
Universitetið í Versailles í Paris og REKLIM í Týsklandi eru stigtakarar, men granskarar koma eisini frá pólgranskingarstovni í Týsklandi, lærda háskúlanum í Íslandi, arktiska universitetinum í Noregi og so frá Fróðskaparsetri Føroya, umframt frá m.a Umhvørvisstovuni.
Í ár fáa umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar stóra rúmd, og yvirskriftin fyri seminarið er "Leaving the beaten path - how can sustainable development be reconciled with environmental protection and climate change?".
Granskararnir frá Fróðskaparsetrinum, sum fara at leggja fram, eru Bergur D. Hansen, Hallbera West, Jens Christian Svabo Justinussen og Ragnheiður Bogadóttir.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...