Granskingarstuðul til makrelverkætlan
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið játtað granskingarstuðul frá Granskingarráðnum. Fæið er kærkomið og NVD er takksamt fyri stuðulin.
Granskingarstuðul
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparseturi Føroya hevur fingið játtað 600.000 Dkr í granskingarstuðuli til makrel- verkætlan frá Granskingarráðnum. Krónurnar eru kærkomnar og NVD er takksamt fyri stuðulin.
Stór verkætlan
Trý-ára langa verkætlanin við heitinum: ”Stock structure of the Atlantic Mackerel (Scomber scombrus L.). An ecological time scale approach to solve stock(s) management” kostar góðar 6 milliónir Dkr. Luttakararnir í verkætlanini eru úr Íslandi, Føroyum, Noregi, Canada og Írlandi. Granskingarstovnar, fróðskaparsetur og fiskivinna eru umboðað.
Náttúruvísindi og politikkur
Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at finna út av stovnauppbýtinum av makreli í Norður-Atlantshavinum eins og veita fakliga grundaða ráðgeving um, hvussu hetta marina tilfeingið kann umsitast burðardygt. Eisini verður miðað ímóti at loysa stóra politiska trætumálið um býti og gagnnýtslu av makrelinum í Norður-Atlantshavinum skynsamt. Harafturat er ætlanin at nýta vunnu vitanina til at spáa um, hvussu makrelurin fer at ferðast í næstu framtíð orsakað av mannaelvdum og náttúrligum veðurbroytingum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...