Screenshot 2023-02-07 at 09-55-07 Byrjaði seint at súkkla Helgi (endur)vunnið fimm FM-heiti innan eina viku.png
Helgi Winther Olsen stendur fyri verkætlanini í Vági, sum er partur av hansara p.d-verkætlan (Foto: Kringvarp Føroya)
07.02.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Granskingarverkætlan í Vágs skúla um rørslu

Vágs skúli hevur fingið játtan til eina verkætlan, Ver virkin, sum byggir á granskingargrundaða rørsluátakið, FIT FIRST, ið eisini er partur av ph.d.-verkætlan hjá Helga Winther Olsen á Fróðskaparsetrinum

Í sambandi við verkætlanina fara lærarar í Vágs skúla at útbúgva seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, sum granskarar hava ment til rørsluløtur í skúlahøpi.

Tað eru granskarar frá Syddansk Universiteti, ið hava ment hetta saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark.

Allir næmingar í Vágs skúla fara at luttaka í rørsluløtunum, sum verða skipaðar í skúlatíð av ítróttalærarum, soleiðis at flokstrinini hvør í sær hava 3 x 40 minuttir um vikuna. Hetta fer fram í 10 vikur á vári 2023 og aftur í 10 vikur á heysti 2023.

Granskarar frá Setrinum fylgja verkætlanini og kanna, hvønn týdning rørsluátakið hevur fyri rørsluførið og heilsustøðuna hjá næmingunum.

Helgi Winther Olsen er ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og hann fer at standa fyri og skriva ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.