Gransking 2022.png
Magni Mohr, prorektari fyri gransking
03.07.2023
Setrið
Skriva út

Granskingin mennist, men tørvar politiska raðfesting

Nýggj ársfrágreiðing um granskingina á Fróðskaparsetri Føroya er júst komin, og tølini vísa, at hóast menningin er góð, so vantar politisk raðfesting av granskingini í Føroyum

Ongantíð áður í søgu okkara eru umstøðurnar broyttar so skjótt og so nógv sum nú, og ongantíð áður hava vit skulað leitað eftir loysnum í so stórum kompleksiteti. Tørvurin á granskingargrundaðari vitan veksur samsvarandi, og tættari samstarv millum serfrøðingar, granskarar og politikarar, sum skulu leita fram hesar nýggju og haldgóðu loysnirnar, er neyðugt.

Fróðskaparsetrið, sum er fremsti granskingarstovnur í Føroyum, hevur ment seg nógv seinastu fáu árini. Óhefta uttanhýsis eftirmetingin av Setrinum, sum varð gjørd í 2022, vísti, at stovnurin er á veg til at gerast eitt nýmótans universitet. Tá tað ræður um gransking, gongur Setrið fram á øllum mótum og arbeiðir í hesum døgum við at menna eina granskingarstrategi, sum myndugleikarnir vónandi vilja samstarva um. Eisini eru royndir gjørdar at fáa formaliserað samstarv við aðrar stovnar og við lands- og kommunalar myndugleikar, so at granskingin kann styrkjast og betri umsetast í verki úti í samfelagnum.

Setrið eigur í størri mun at lata dyrnar upp út í samfelagið, og samfelagið eigur í størri mun at gagnnýta ta serfrøði, sum er í føroyska granskingarumhvørvinum.

At tað gongur framá við føroyskari gransking vísir nýggja ársfrágreiðingin. Tað sæst, at talið og dygdin á vísindaligum greinum og bókum økist, og at føroysk gransking vinnur altjóða heiður. Seinni í ár verður ein ph.d.-skúli settur á stovn á Fróðskaparsetrinum, og eitt universitetssjúkrahús er eisini í umbúna. Samstarv er við nakrar av stóru føroysku vinnufyritøkunum, eitt formaliserað kommunusamstarv er á veg, og ongantíð áður eru so nógvir nýggir ph.d.-arar klaktir á Fróðskaparsetrinum.

Men hóast hesi tøk eru tikin, so vantar ein greið ætlan um, hvat politiska skipanin vil við føroyskari gransking. Tað, at upphæddin til Granskingarráðið framvegis er sjey milliónir krónur, har hon hevur ligið seinastu 15 árini, er eitt dømi um, at gransking ikki verður raðfest nóg frammarlaga í Føroyum.

Vit standa á einum vegamóti til ein øðrvísi og umskiftiligan heim, og framtíðin og framtíðarinnar avbjóðingar fara at krevja breiðar førleikar, og trupulleikar, sum fyrr kundu loysast av einum stovni ella serfrøðingi, krevja í dag, at bæði stovnar og heilir geirar samstarva tvørtur um mørk.

Við framtíðini í huga mugu vit øll royna at arbeiða meira yvirskipað, breitt, burðardygt og granskingargrundað, meðan vit laða teir sterku varðar, sum vísa Føroyum veg inn í framtíðina.

Ársfrágreiðingin fyri gransking í 2022 á Fróðskaparsetrinum veitir eitt yvirlit, sum vísir stóra menning í føroyskari gransking og eina breidd av serfrøði, sum eigur at vera bæði føroyska og altjóða samfelagnum til gagns.

Lesið ársfrágreiðingina her.