Grein um føroyska orðmyndan
Bókin WORD FORMATION. AN INTERNATIONAL HANDBOOK OF THE LANGUAGES OF EUROPE er komin út. Ætlanin og endamálið við bókini er lýsa orðmyndan generelt, har lesarin generelt fær at vita um morfologi, og eisini um tey ymisku málini.
Bókin WORD FORMATION. AN INTERNATIONAL HANDBOOK OF THE LANGUAGES OF EUROPE (ritstj. Müller, Peter O. / Ohnheiser, Ingeborg / Olsen, Susan / Rainer, Franz, Volume 4 Series: Handbücher zur Sprach- und KOMMUNIKATIONSWISSENSCHAFT / Handbooks of Linguistics and Communication Science (HSK) 40/4. DE MOUTON er komin út.
Føroyska íkastið er skrivað av Hjalmar P. Petersen, lektara í málfrøði á Føroyamálsdeildini. Her verður hugt at, hvussu orð verða myndað í føroyskum, og verður víst á eldri eins væl og nýggjari hættir at mynda orð við. Nærri verður hugt at samansetingum sum dagsverk og ellisheim, har tann fyrra er myndað við teirri gomlu hvørsfalsendingini, og tann seinna samansetingin er við einum s, sum ikki upprunaliga hoyrdi til hesa bendingina. Avleiðslur verða eisini viðgjørdar; her verður komið inn á vanligar avleiðslur sum vinur => óvinur, stórur => stórleiki o.fl. aðrar; nortið verður við nullavleiðslur sum at møsna => eitt møsn og eisini er hugt at nýggjari atfestum sum gate, ið er sætt í orðum sum Atlanticgate og eitt nú ens, sum er sætt í orði eins og Old => Oldens og sjeikur => sjeikens. Klipping sum fyribrigdi er viðgørt og víst við dømum sum vinkona > vinka, og stutt er eisini nortið við blandorð sum sjálvfylgiligt frá sjálvandi og selvfølgelig.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...