Skriva út
Grein um føroysku familjuna í amerikonskum riti
Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur eina grein í nýggjastu útgávuni av Anthropology News, sum American Anthropological Association gevur út.
Greinin er partur av temanummari fyri apríl 2012, um familjuskipanir í nútíðarsamfelagnum. Greinin ber heitið:
"Child Centric Families and the Vulnerability of Small-Scale Island Communities".
Greinin, ið greinar føroysku familjuna í mun til viðurkend antropologisk ástøði um familju, leggur upp til at beina børnini í brennidepilin tá ið familjulív og familjuvirði verða vísindaliga kannað. Eisini verður sambandið millum fráflyting og familjumynstur lýst."
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...