02.09.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Grein um geislavirkna dálking í altjóða tíðarriti

Náttúruvísindadeildin hevur verið við til at menna kunningarskipan um geislavirkna dálking. Arbeiðið er gjørt í norðurlendskum samstarvi.


Í samband við kjarnorkuvanlukkur verða telduskipanir brúktar til at meta um dáking og ávirkan av henni í umhvørvinum. Í norðurlondum og í Evropa eru ARGOS og RODOS tær mest kendu telduskipanirnar, og tær vóru t.d. brúktar í sambandi við kjarnorkuvanlukkuna í Fukushima í vár. Í báðum skipanunum er eitt modul, ið m.a. metir um dálking av gróðuri og landbúnaðarvørum, og um hvussu stóran geislavirknan dosis fólk kunnu vænta at fáa í seg frá eini kjarnorkuvanlukku. Modulið eitur ECOSYS. Ymiskar tillagingar av tí hava verið í fokus hjá einum norðurlendskum arbeiðsbólki (PARDNOR, NKS), har Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur luttikið.

Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum er nú almannakunngjørt í altjóða tíðarritinnum “Journal of Environmental Radioactivity” nr. 102 frá 2011. Heitið á greinini er: “Revision of deposition and weathering parameters for the ingestion dose module (ECOSYS) of the ARGOS and RODOS decision support systems.” Greinin kann eisini lesast í E-tilfeingi hjá Landsbókasavninum.

ECOSYS stavar upprunaliga frá eini granskingarverkætlan seinast í 1980-unum, og varð upprunaliga ment til at gera metingar um geislavirkna dálking í suður Týsklandi. Men ávirkan av dálking er staðbundin, og tí er neyðugt at tillaga parametrar í ECOSYS, tá metast skal um dálking aðrastaðni enn í suður Týsklandi. Nógv generel vitan um flutning av geislavirknari dálking í umhvørvinum er eisini fingin til vega síðan Tjernobylvanlukkuna í 1986, og tí er nýggjari vitan so við og við bygd inn í ECOSYS.


Tá vanlukkan hendir
Tíðspunktið fyri eini kjarnorkuvanlukku og veðurlíkindini, tá hon hendir, eru sera týðandi fyri ávirkanina av vanlukkuni. Hendir vanlukkan t.d. um veturin, hevur hon minni beinleiðis ávirkan á landbúnaðarvørur, enn um hendir um várið ella summarið, tá gróðurin er í blóma. Tað spælir inn, at gróðrartíðin og heystingartíðin er ymisk í ymiskum londum vegna ymiska veðurlagið. Hetta hevur samstundis týdning fyri, hvussu nógv geislavirkni kemur í djór, ið verða brúkt til mannaføði ella sum verða brúkt sum mjólkingardjór, tí tey ganga á beiti til ymiskar tíðir í ymiskum londum. Atlit til tílík viðurskifti mugu takast í eitt nú ECOSYS.

Ein annar týðandi liður í dálkingarmetingum er kunnleiki til, hvat og hvussu nógv fólk eta av ymiskum matvørum. Hetta er kent í flestu londum, men tíverri ikki í Føroyum. Í Føroyum verða slíkar kanningar ikki gjørdar regluliga eins og aðrastaðni, og hetta ger tað trupult at meta um dálking av føroyingum eftir eina kjarnorkuvanlukku.


Um greinina
Í greinini verður ávíst, at tað er umráðandi, at mest møgulig vitan um lokal viðurskifti er tøk í metingum um geislavirkna dálking. Greinin viðger serstakliga, hvussu landbúnaðargróður verður dálkaður av geislavirkni í luftini og í hvønn mun veðrið kann fáa dálkingina av aftur plantunum, so tær ikki eru so dálkaðar, tá tær verða heystaðar.

Kunnað er um arbeiðið á fleiri vísindaligum ráðstevnum. Seinast var á “The International Conference on Radioecology & Environmental Radioactivity, Environment & Nuclear Renaissance (ICRER)” 19.-24. june 2011 í Hamilton í Kanada.

Høvundarnir til greinina eru K.G. Andersson (DTU, Risø, Danmark); S.P. Nielsen (DTU, Risø, Danmark); H. Thørring (Stråleværnet, Noreg); H.S. Hansen (Stråleværnet, Noreg); H.P. Joensen (Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið); M. Isaksson (Avdelningen för radiofysik, Gøteborgs Universitet, Svøríki); E. Kostiainen (Radiation and Nuclear Safety Authority, Helsinki, Finland); V. Suolanen (VTT Technical Research Centre, Espoo, Finland); S.E. Pálsson (Geislavarnir Ríkisins, Ísland).