Grein um kropsliga venjing í úrvalsfótbólti í vísindaligum tíðarriti
Magni Mohr er við í nýggjari grein um kropsliga venjing í úrvalsfótbólti í vísindaligum tíðarriti
Magni er ein av rithøvundunum í grein í sertíðarritinum “Science and Medicine in Football”. Greinin ber heitið “The inter-individual relationship between training status and activity pattern during small-sided games in professional male football players”. Kanningin er partur av eini ph.d.-verkætlan í Portugal, har Magni er ein av vegleiðarunum.
Kannaðir eru professionellir italskir leikarar. Endamálið var at kanna sambondini ímillum kropsliga venjingarstøðu og rørslumynstur í smáspølum (small-sided games), umframt arbeiðsprofil í veruligum dystum.
Kanningin vísir, at smáspøl við fáum leikarum eru vælegnað at menna smáu og eksplosivu rørslurnar í fótbólti (t.d. acceleratiónir og deceleratiónir), men ikki skjótleika og há-intensa renning. Kanningin vísir, at kropsligu tillagingarnar av smáspølum í úrvalsfótbólti eru serstakar og raka bert ein avmarkaðan part av øllum tí kropsliga spektrinum í fótbóltsspælinum.
Hetta er fyrsta greinin í ph.d.-verkætlanini hjá portugisiska Vincenzo Rago um sama evni.
Greinin kann lesast HER
Samband: Magni Mohr, mobil 292270, magnim(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...