Grein um sjálvljóð
Hjalmar P. Petersen
12.01.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Grein um sjálvljóð

Hjalmar P.Petersen skrivar um, hvussu eitt nú á-a verður borið fram í føroyskum málførum, og vísir høvundurin, hvar ein treinging til eitt høgt sjálvljóð hendir, sbr. rímið malua...knáa /maluwa...knuwa/.


Hjalmar P. Petersen hevur grein í Íslenskt mál 33: 75-83 undir heitinum: 'Mia-Malua...mín knáa. Sekvensen mellemhøj/lav vokal + tryksvagt /a/ i færøsk'.

Greinin er um, hvussu eitt nú á-a verður borið fram í føroyskum málførum, og vísir høvundurin, hvar ein treinging til eitt høgt sjálvljóð hendir, sbr. rímið malua...knáa /maluwa...knuwa/.

Tilfarið byggir á upptøkur, sum gjørdar vórðu kring um í samband við FADAC korpusið í Hamborg. Hetta er eitt korpus, sum varð nýtt til at granska føroyskt-danskt tvímæli, men korpusið kann eyðvitað eisini nýtast til at granska í føroyskum málførum, tí tað fevnir um trý ættarlið og seks støð í Føroyum.

Greinin er tøk sum pfd fíla.