Grein um “tvørprofessionelt samstarv”
Jóhannes Miðskarð, ph.d., adjunktur á námsvísindadeildini og Joop Berding, ph.d., granskari á Rotterdam University of Applied Sciences hava skrivað eina grein í nýggjastu útgávu av tíðarritinum “Journal of Social Intervention: Theory and Practice”.

Í greinini viðgera teir, hvussu “tvørprofessionelt samstarv” mangan er torført at allýsa, tí í einum slíkum samstarvi eru so nógvar og ymiskháttaðar uppgávur. Jóhannes Miðskarð og Joop Berding vísa á, at ástøðið hjá Hannu Arendt hevur so breið arbeiðshugtøk, at við henni er grundarlag fyri einari djúptøknari allýsing av “tvørprofessionellum samstarvi”. Í teirra Hannu Arendt-allýsning av “tvørprofessionellum samstarvi” er tað serliga hugtøkini “action” og “thinking” sum Jóhannes Miðskarð og Joop Berding gera nýtslu av.
“Journal of Social Intervention: Theory and Practice” er eitt javnlíkamett tíðarrit (peer review).
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...