Grein um umboðsmannin í donskum løgfrøðitíðarriti
Greinin “Ombudsmandens misforståede autoritet” varð kunngjørd í danska løgfrøðitíðarritinum Juristen nr. 2, 2012, sum kom út í apríl mánað í ár. Tað eru teir báðir Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði, og Bárður Larsen, avloysandi seturslærari í løgfrøði, sum hava skrivað.
Í greinini seta høvundarnir kritiskar spurningar við grundarlagið undir stovnunum Fólkatingsins umboðsmaður og Løgtingsins umboðsmaður. Víst verður á, at hesir stovnar vóru ætlaðir at standa fyri kritiskari uppaling av almennu fyrisitingini og vísa á veg í torførum málum, men at gongdin í veruleikanum bleiv ein onnur, tí umboðsmaðurin bleiv stovnur, sum í veruleikanum avgerð mál eins og fyrisitingarmyndugleikar ella dómstólar.
Høvundarnir finnast eisini at tí mentan, ið er ment kring umboðsmansstovnin, har kritikkur ikki er vælkomin, men verður sæddur sum hóttan móti stovninum, tí slíka støðu eigur ongin stovnur at fáa í fólkaræðisligum rættarsamfelag.
Limir í DJØF kunnu lesa greinina undir hesi leinkju til Juristen: http://www.djoef.dk/blade/juristen.aspx
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...