Greinarøð um 1800-talið í Frøði
Í samband við verkætlanina Moderniseringin av føroyska samfelagnum í 19. øld – ein kanning av teimum sosialu og búskaparligu kreftunum, sum skaptu nútímans Føroyar er ein greinarøð við fýra greinum útkomin í nýggjastu útgávuni av Frøði.
Verkætlanin varpar ljós á moderniseringina av føroyska samfelagnum og leggur dent á at síggja søguna úr einum heildarsjónarhorni og samstundis meira samansett enn áður. Fyrsta greinin “1800-árini sum granskingarøki” er ein yvirlitsgrein, har Gestur Hovgaard greiðir nærri frá verkætlanini í síni heild. Rolf Guttesen varpar ljós á skipaferðsluna í greinini “Handilsskip á Havnarvág 1783-1856” og vísir á, at hon ikki var so svikalig, sum vanliga verður hildið. Tað almenna hevði í fleiri førum ein týðandi leiklut fyri moderniseringina av føroyska samfelagnum, og søgan um sonevnda eplaskipið í 1840 er eitt áhugavert dømi um tað. Tað kunnu vit lesa nærri um í greinini eftir Erling Isholm “Eplaskipið 1840 – tá tað almenna fór at keypa eplir.” Síðsta greinin “Tá ið sjálvmorð var ólógligt,” tekur støði í skarprættaranum í Havn, sum tók lívið av sær í 1766. Greinin snýr seg um, hvussu hugrák og upplýsingartíð fær beinleiðis ávirkan á Føroyar, sum vóru tætt knýttar at donsku sentraliseringini undir upplýsta einaveldinum.
Vísindaligar útgávur av greinunum fara at verða prentaðar í tíðarritunum Scandinavian Journal of History, Fróðskaparrit og Føroyskt Lógar Rit.
Verkætlanin Moderniseringin av føroyska samfelagnum í 19. øld – ein kanning av teimum sosialu og búskaparligu kreftunum, sum skaptu nútímans Føroyar er sett í verk á Søgu- og samfelagsdeildini og er stuðlað av Granskingarráðnum. Knýtt at verkætlanini eru Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum og verkætlanarleiðari, Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu, Rolf Guttesen, adjungeraður lektari í søguligari geografi, og Erling Isholm, adjunktur í søgu. Vísindaligt hjálparfólk er Mirjam Joensen.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...