Greinasavn um Jakob Jakobsen ummælt í altjóða netttíðarritinum ”Island Studies Journal”
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál.
Í 2010 kom út greinasavn við 15 greinum um Jakob Jakobsen og virksemi hansara í Føroyum og Hetlandi. Greinirnar tóku støði í fyrilestrum, sum vórðu hildnir á ráðstevnu í Hetlandi í 2006. Ráðstevnan og greinasavnið vóru fyriskipað í samstarvi millum ”ShetlandAmenity Trust” og Fróðskaparsetrið. Turið Sigurðardóttir (FMD) og Brian Smithúr Hetlandi ritstjórnaðu greinasavninum í felag.
Í altjóða nettíðarritinum ”Island Studies Journal” fær greinasavnið sum heild góð skoðsmál. Tað er fólkalívsfrøðingurin Adam Grydehøj, sum ummælir, og hann leggur dent á, at tað er kærkomið, at tað verður skrivað um Jakob Jakobsen á enskum máli. Grydehøj letur væl at einstøku greinunum hvørjari sær, men fýlist kortini á, at tær í ov lítlan mun eru samskipaðar í eina heild. Eisini saknar hann nýggja gransking og hugleiðingar um, hvønn týdning avrikini hjá JakobJakobsen hava havt, og framhaldandi hava, í ávikavist Føroyum og Hetlandi. Hann dregur tó greinina hjá Leyvoy Joensen fram sum dømi um, hvussu hetta kann gerast á áhugaverdan hátt.
Ummælið alt kann takast niður sum Pdf fíla.
Nettíðarritið ”Island StudiesJournal” viðger oyggjagransking í tvørfakligum og altjóða samstarvi.
Tað hevur heimstað í Kanada og kann takast niður av alnótini ókeypis. Næsta útgávan verður í mai 2012.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...