Greinasavn um jarð- og jarðalisfrøðilig evni útkomið
12.01.2016
Fróðskapur
Skriva út

Greinasavn um jarð- og jarðalisfrøðilig evni útkomið

Greinasavn við heitinum "Proceedings of the 4th Faroe Islands Exploration Conference (FIEC)" er júst útkomið.


Bókin er eitt savn av javnlíkamettum vísindaligum greinum, ið allar byggja á nýggja jarð- og jarðalisfrøðiliga vitan frá tí føroyska økinum og vórðu framlagdar á seinastu FIEC ráðstevnuni í 2012.

Í bókini eru fimm greinar. Av teimum eru tríggjar skrivaðar av føroyskum høvundum, meðan tvær eru skrivaðar av øðrum norðurlendskum høvundum. Ritstjórar eru jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi Óluva R. Eidesgaard og Heri Ziska.

Tað er Fróðskapur, sum gevur bókina út. Tey, sum luttóku á rástevnuni fáa eitt eintak av bókini. Hon fæst eisini til keyps fyri kr. 150. 

Greinasavnið kemur út sum e-bók í næstum.