Gro Gade Haanes í Journal of Clinical Nursing
Í sambandi við ph.d. ritgerð sína hevur Gro Gade Haanes, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, givið grein út í vísindaliga tíðarritinum Journal of Clinical Nursing.
Greinin “Discrepancy between self-assessments and standardised tests of vision and hearing abilities in older people living at home: an ROC curve analysis” er triðja og seinasta greinin í ph.d. ritgerðararbeiðinum “Hearing, vision and lighting conditions among older homecare recipients”. Hon var latin inn til metingar við Universitetið í Oslo í august mánað.
Greinin vísir, at tað er ikki haldgott bert at spyrja tey eldru, um hvussu teirra sjón og hoyrn eru. Ein eigur eisini at kanna hetta við hættum, sum hava fyrisett mál. Viknan í sjón og hoyrn, sum versnar við árunum, hendir vanliga so líðandi, at ein sjálv/-ur ikki leggur hetta til merkis. Tí eru tað fleiri eldri, sum svara, at tey bæði síggja og hoyra væl, tó at tey í veruleikanum ikki gera tað.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...