Gro Gade Haanes vart ritgerð fyri ph.d.-heitið
08.09.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Gro Gade Haanes vart ritgerð fyri ph.d.-heitið

Fróðskaparsetur Føroya fekk í dag enn eitt starvsfólk við ph.d.-heiti


Í dag hevur Gro Gade Haanes, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði við Fróðskaparsetur Føroya, vart ritgerð fyri ph.d.-heitið við Oslo Universitet. Ritgerðin hevur heitið "Hearing, vision, and lighting conditions among older recipients of home care", og verjan fór fram á Ullevål Universitetssykehus.

Endamálið við ritgerðina var at kanna hoyrn og sjón hjá gomlum, ið fáa heimasjúkrarøkt: Hvussu er teirra hoyrn og sjón sambært viðurkendum kanningarhættum, og hvussu samsvarar metingin hjá royndarpersónunum av teirra hoyrn og sjón við mátingarnar.

Undan sjálvari verjuni helt hon sokallaðan ‘prøveforelesning’ um bundið evni, ið hevur samband við ritgerðina. Í fyrilestrinum skuldi hon grundgeva fyri viðurskiftum í heimasjúkrarøktini í Norðurlondum, ið gera hendan táttin av heilsutænastuni til eitt granskingarøki, sum er áhugavert í altjóða vísindaligum høpi.

Hans Pauli Joensen, dekanur, ið var til staðar undir verjuni, sigur, at orðaskiftið millum Gro og andmælingarnar var áhugavert. Andmælingarnir hildu ritgerðarevnið vera áhugavert og viðkomandi, vístu á styrkir og veikleikar í ritgerðini, og saman um tikið fekk hon gott ummælið.

– Teir mæltu til, at Gro átti at gjørt fleiri slíkar kanningar, og eg haldi, at tað hevði verið sera áhugavert, um slíkar kanningar vórðu gjørdar í Føroyum, sigur dekanurin.

Hoyrn og sjón hjá 93 persónum – 89 ára gamlir í meðal – vórðu kannað eftir viðurkendum kanningarhættum, og hetta vísti, at bæði hoyrn og sjón vóru munandi viknað. Hóast hetta, so mettu tey kannaðu sjálvi, at hoyrn og sjón vóru góð.

Ein av framlítandi niðurstøðunum er tí, at tað gevur ikki nóg neyvar upplýsingar, um ein bara spyr tey gomlu um hoyrn og sjón. Tað er neyðugt eisini at brúka viðurkendar mátingar.

Kanningin vísir eisini, at tey spurdu í mongum førum búleikaðust undir ljósviðurskiftum (sokallað lux-virði), ið eru langt niðan fyri tað, ið mælt verður til í uppihaldsrúmum fyri eldri fólk. Eisini vísti kanningin, at mong av teimum spurdu drógust við hoyrn- og sjóntrupulleikar, sum skipanin ikki hevur fyrihildið seg til.

Fólk, ið hava rokkið so høgan aldur, kunnu ikki altíð sjálvi betra um sjón, hoyrn og innanduraljós. Ein onnur framlítandi niðurstøða er, at í mongum førum kunnu sjálvt smáar broytingar gera mun fyri tey gomlu.

Samandráttur av ritgerðini kann lesast her.