Grønlendingar eru ikki fyri notting
26.10.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Grønlendingar eru ikki fyri notting

Nýtt universitetsøki verður útbygt og nýggjar bókmentir


Vit eiga at læra av grønlendingum, tá ið tað kemur til umstøður hjá hægri útbúgvingum.
Tað eru longu tíggju ár síðani tey í høvuðsstaðnum á økinum Illimarfik bygdu glæsiligan bygning til universitetið. Ilisimatusarfik, sum universitetið kallast, er eitt tað fyrsta tú sært, tá ið tú koyrir frá Nuuk flogvølli oman í býin, og tað sæst frá longum leiðum daga upp móti  luftini.

Her húsast átta av teimum tíggju bachelor-útbúgvingunum, hinar tríggjar mugu framvegis húsast aðrastaðni í býnum, lærara- og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingarnar. Tær átta eru journalistiskkur, mentanar- og samfelagssøga, týðing og tolking, samfelagsvísindi, sosialráðgeving, mál, bókmentir & miðlar, gudfrøði og virkisbúskap.  Harumframt kunnu guðfrøðingar fáa pastoralseminar, miðnámsskúlalærar hjágrein og kandidatar kunnu søkja um at verða ph.d.-lesandi. Og so er ikki at gloyma okkara egna masternám í burðardyggari fyrisiting, tað er eisini á Ilisimatusarfik, t.e. West Nordic Studies.

Samanborið við Fróðskaparsetrið vanta náttúruvísindini, men tey hava eitt heilt institutt og bygning fyri seg – Ilisimatusarfik og Pinngortitaleriffik, sum sæst á myndini niðanfyri. Svarti bygningurin í forgrundini hýsir bókasavninum, høllini og kaféini hjá Ilisimatusarfik.

Í sambandi við fyrireikingarnar til at taka upp til náttúruvísindaligt nám í lívfrøði verður bygt afturat, tí sum skilst, rúmast alt núverandi Ilisimatusarfik ikki inni. Hvørt hugsandi er, at Náttúrustovnurin og Ilisimatusarfik leggja saman, er ein opin spurningur.

Grønlendskar bókmentir

Sørine Stenholdt er ungur rithøvundur, sum hevur nógv um at vera. Hon hevur skrivað grønlendsku bókina Zombieland, sum er nominerað til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár. Hon lesur mál, bókmentir & miðlar, er í nevndini hjá grønlendska rithøvundafelagnum, í stýrinum hjá mentanarhúsinum Katuaq, stýrinum fyri Norræna Húsið í Reykjavík og nevndarlimur í EPI, felagið fyri skapandi og útinnandi listafólk í Grønlandi. Afturat øllum hesum er hon í holt við at skriva næstu bókina. Zombieland lýsir eina mest kvinnur, men eisini menn í Nuuk, sum strevast við at fáa modernaða lívið við útbúgving, arbeiði, barnaansing og familjulívi at ganga upp. Hóttanirnar eru øgiligar og vátta – tíverri – fordómar sum vit kunnu hava um umstøðurnar í Grønlandi.

Søgurnar eru knasandi væl skrivaðar, Sørine dugir at skriva, so at lesarin fær ikki slept tekstinum fyrr enn hann er at enda komin. Við hesi bókini hevur Grønland vissuliga kjans at fáa virðislønina. Týtt bókina hevur hin grønlendski høvundurin, sum hevur væl uppiborna undirtøku, og sum er heilt frammi í skónum bókmentaliga, Niviaq Korneliussen, sum er sjálv kend fyri bókina Homo Sapienne, ið kom út í 2014.