Grundin tryggjað hjá Ráði teirra lesandi
- Við hesum hava vit styrkt um grundarlagið fyri framhaldandi góðum samstarvi við leiðsluna á Setrinum, sigur Sonni Oddbjørn Johnson, sum er formaður fyri tey lesandi á Fróðskaparsetrinum
Seinnapartin var ein stutt, men hátíðarlig løta á Setursskrivstovuni í Gróthúsinum.
Á borðinum lógu nýpussaðar viðtøkur, reglugerð og mannagongdir fyri Ráði teirra lesandi og bíðaðu eftir undirskrift frá teimum báðum, Chik Collins, rektara, og formanninum í ráðnum, Sonni Oddbjørn Johnson.
- Hetta er ein merkisdagur, tí vit við hesum skapa eitt gott og trygt grundarlag fyri framhaldandi samstarvi við leiðsluna á Setrinum. Vit í Ráði teirra lesandi eru jú brúgv millum studentarnar og leiðsluna, og nú kunnu vit av álvara fara í gongd og fáa enn fleiri at verða virkin studentapolitiskt, sigur formaðurin.
Eisini Chik Collins, rektari, brúkti stór orð um hesa løtuna.
- Jú, hetta er ein týdningarmikil stund, tí studentarnir og teirra kor og afturmeldingar eru kjarnin í virkinum hjá einhvørjum nútímans útbúgvingarstovni. Og eg má siga, at eg eri ovfarin av, hvussu professionelt og eldhugað hetta ráðið arbeiðir, og eg haldi, at tey eru ein fyrimynd fyri onnur slík ráð, sigur hann.
Viðtøkurnar, reglugerðin og mannagongdirnar skulu tó fyri eykaaðalfund á Fróðskaparsetrinum, áðrenn tær hava gildi.
Øll tey umleið 1000 lesandi á Setrinum verða boðin at koma á aðalfund 26. mars í hølunum á Námsvísindadeildini. Nærri verður lýst við tí seinni.
Lesandi, sum hava eitthvørt, sum ráðið kanska kann hjálpa við, kunnu senda teldubræv til rtl@setur.fo
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...