Eilen Vang
17.01.2008
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Grundskeið í lóg

Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.


Tilmelding

Undirvísingarætlan

Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum.

Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti.

Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00.

Skeiðið byrjar mánadagin 4. februar 2008 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mánadagin 26. mai 2008.

Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting.

Higartil hevur skeiðið verðið boðið út fýra ferðir og tilsamans 6 flokkar hava lokið prógv. Sera stórur áhugi hevur verið fyri skeiðnum.

Undirvísarar verða Kári á Rógvi LL.M. og Jógvan E. Winther Poulsen, advokatur

Fyri uttansetursfólk (tey ið ikki lesa á Fróðskaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.000 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar. Harafturat kemur próvtøkugjald kr. 1.000.

Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo

Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 22. januar 2008.