Hægri gátt á Setrinum
331 umsøkjarar hava í dag fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum í 2020. Hægri miðaltal hjá umsøkjarunum hevur við sær, at gáttin í ár er hægri enn undanfarin ár
Um mánaðarskiftið varð staðfest, at stórur vøkstur er í talinum av fólki, sum vilja sleppa at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
469 umsóknir komu inn, og tað svarar til ein vøkstur uppá meira enn 18 prosent samanborið við í fjør.
Nú umsóknirnar eru viðgjørdar, kann eisini staðfestast, at fleiri umsøkjarar hava hægri miðalpróvtøl enn áður.
Svar send út í dag
Øll 469, sum hava søkt inn á Setrið í 2020, hava fingið svar um upptøku í dag.
Lestrarskrivstovan hevur givið tilsamans 331 umsøkjarum tilboð um lestrarpláss, og hetta svarar til 70 prosent av øllum, sum søktu.
Hægri gátt
Fleiri høg miðalpróvtøl eru í umsóknunum í ár, og hetta sæst serliga væl aftur, tá talan er um læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, men sama gongd er eisini á útbúgvingini til námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing.
Hetta hevur við sær, at gáttin er hægri, og fyri at sleppa at lesa til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing gøgnum Kvotu 1 krevst munandi hægri miðalpróvtal í ár enn undanfarin ár.
Lægsta miðaltal, har umsøkjari hevur fingið boðið lestrarpláss eftir Kvotu 1 (miðalpróvtal eftir 7-talsstiganum):
Útbúgving | 2020 | 2019 | 2018 | 2017 | 2016 |
Fólkaskúlalærari | 8,3 | 5,8 | 7,4 | 6,9 | 7,7 |
Sjúkrarøktarfrøði | 8,2 | 7,8 | 7,4 | 7,5 | 8,0 |
Námsfrøði | 7,0 | 6,0 | 6,3 | 5,3 | 6,1 |
233 fingið fremsta val
Av teimum 261 umsøkjarunum, sum hava fingið í boði eitt pláss á bachelorútbúgvingunum, sleppa 233 inn á ta útbúgvingina, sum tey hava sett sum sína fremstu raðfesting.
Til námsfrøði eru tilsamans 42 á bíðilista. Til lærara eru tilsamans 48 á bíðilista. Til sjúkrarøkt eru tilsamans 46 á bíðilista.
Tey, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, skulu taka av í seinasta lagi 1. august.
Tey, sum ikki fáa tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið boð í dag, har tey annaðhvørt fáa at vita, at tey eru á bíðilista, ella at umsóknin ikki er gingin á møti.
Bjóðað lestrarpláss í 2020 |
Bachelor | Umsóknir | Bjóðað pláss | |
Fólkaskúlalærari | 84 | 35 | |
Námsfrøði | 80 | 35 | |
Sjúkrarøktarfrøði | 78 | 30 | |
Búskaparfrøði | 34 | 33 | |
KT-verkfrøði | 40 | 40 | |
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging | 17 | 19 | * |
Føroyskt - mál og bókmentir | 12 | 14 | * |
Lívfrøði | 15 | 12 | |
Mýlalívsisindi | 16 | 12 | |
Politikkur og umsiting | 11 | 14 | * |
Søga - smátjóðir og altjóðagerð | 12 | 17 | * |
Tilsamans | 399 | 261 |
Hjánám í føroyskum | 4 | 4 |
Hjánám í samfelagsvísindum | 3 | 3 |
Hjánám í søgu | 2 | 2 |
Tilsamans | 9 | 9 |
Hjánám |
Heilsuvísindi | 24 | 24 |
Politikkur og umsiting | 8 | 8 |
Søga | 7 | 7 |
Føroyskum - mál og bókmentir | 3 | 3 |
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging | 3 | 3 |
Tilsamans | 45 | 45 |
Fyri námsfrøðingar | 9 | 9 |
Fyri lærarar | 7 | 7 |
Tilsamans | 16 | 16 |
Master | ||
Ískoytisútbúgvingar |
Tilsamans fyri allar útbúgvingar | 469 | 331 |
*Talið fyri umsóknir vísir einans, hvussu nógv hava søkt inn á hesa útbúgving sum sína 1. raðfesting. Umsøkjarar eru, sum ikki eru komnir inn á 1. raðfestingina, men eru komnir inn á 2. ella 3. raðfesting, og tí eru fleiri komin inn til summar útbúgvingar enn umsóknartalið vísir. |
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...