Bárður Larsen greiðir Hægstarætti frá um útbúgvingina í løgfrøði.jpg
Bárður Larsen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, greiðir Hægstarætti frá føroysku løgfrøðiútbúgvingini, sum í ár vann sær viðurkenning sum javnmett við tær donsku útbúgvingarnar (Foto: Johan Lamhauge)
14.06.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hægstirættur á Fróðskaparsetrinum

Danski Hægstirættur fekk í gjár kunning um føroysku løgfrøðiútbúgvingina á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Hetta er aðru ferð, at Hægstirættur er í Føroyum, og fyrru ferð, á heysti 2012, kom rætturin eisini á gátt á Setrinum.

Virkandi dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, Hans Ellefsen, beyð vælkomin og kunnaði rættin um útbúgvingarnar á deildini.

Síðani greiddi Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í løgfrøði, donsku gestunum frá um føroysku løgfrøðiútbúgvingina. Hann segði eitt nú, at føroyska útbúgvingin javnvigar millum at vera útbúgving, sum kann góðtakast í øllum danska ríkinum, samstundis sum hon tekur serlig atlit til rættarøki, sum eru serstøk fyri Føroyar, og onnur viðurskifti, ið eru serstøk fyri føroyska samfelagið.

Harnæst fekk Jens Peter Christensen, hægstarættardómari orðið.

Hann helt ein áhugaverdan fyrilestur um støðuna hjá Hægstarætti sum sokallaður fordømisrættur. Hetta hongur saman við, at Hægstirættur, síðani umskipan í 2007, er ætlaður mest at taka sær av kærumálum, ið hava sokallaðan prinsipiellan týdning.

Jens Peter Christensen greiddi frá, at hetta, at ein dómur er prinsipiellur, merkir, at dómurin røkkur út um seg sjálvan og fær týdning fyri, hvussu onnur mál av líknandi slagi verða avgreidd, og um tey yvirhøvur skulu koma fyri Hægstarætt.

Hann vísti á hagtøl, ið vísa, at niðurstøðurnar og grundgevingarnar hjá Hægstarætti eru blivnar longri og meira prinsipiellar aftan á umleggingina í 2007.

Okkurt stuttligt dømi bleiv nevnt, eitt nú eitt mál um ein danskan seyðabónda, sum ætlaði at fáa skattafrádrátt til keyp av fóðuri til 17 kettur, sum hann hevði til at taka mús á garði sínum.

Eftir vitjanina á Fróðskaparsetrinum fór Hægstirættur á gátt hjá Felagnum Lóg (felag fyri føroyskar løgfrøðingar), har forsetin fyri Hægstarætt, Thomas Rørdam, helt fyrilestur um ríkisrættarmálið móti ráðharranum, Inger Støjberg, herfyri.

Hægstirættur fer av aftur landinum hósdagin 16. juni.

Fríggjadagin 24. juni verður annars próvtøkuhandan hjá Fróðskaparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum, og hetta verður fyrstu ferð í søguni, at ein flokkur av lesandi fær føroyskt bachelorprógv í lóg. Meginparturin av teimum ætlar sær at lesa víðari á master á Setrinum, og eftir tað fáa vit so á fyrsta sinni løgfrøðingar, sum fult og heilt eru útbúnir í Føroyum.

- Eitt og hvørt samfelag má seta lóg og rætt undir vísindaliga ella akademiska sjóneyku, annars kann samfelagið ikki gera sær vónir um at skipa seg væl og skynsamt út frá egnum fortreytum. So stutt kann visjónin aftan fyri løgfrøðiútbúgvingina á Setrinum orðast, segði Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari, tá føroyska útbúgvingin varð fult viðurkend í vár.

Lesið meira um tað her.

Og her.