Hægstirættur vitjar Fróðskaparsetrið
Hægstirættur vísti áhuga og virðing fyri Føroyum sum løgdømi við at seta rættin í Føroyum
Á ferðini í Føroyum takkaði Børge Dahl hægstarættarforseti fyri hugskotið ið kom fram á ráðstevnu hjá norðurlendsku arbeiðsrættunum í Føroyum í 2009. Hægstirættur hoyrdi framløgu um løgfrøðiskeið á Fróðskaparsetrinum og fekk handað heiðursritið "Dansk rets udfyldende karakter på Færøerne" eftir Kára á Rógvi og Bárð Larsen.
Hægstirættur var settur á stovn 14. februar 1661 sum felags hægsti dómstólur í bæði Noregs og Danmarkar ríkjum við sæti á “Københavns slot.” Føroyar hava verið fevndar av løgdømi hansara frá byrjan sum knýttar at Noregi, og hildu fram sum knýttar at Danmark sambært friðaravtaluni í Kiel í 1814.
Føroyar hava ofta egnar lógir, teirra millum enn Norsku Lóg, mangar eldri danskar lógir og serligar lógir fyri Føroyar, eisini egna rættargangslóg samtykta á Fólkatingi, umframt at Løgtingið hevur samtykt lógir síðani 1940, sambært heimastýrisskipanini síðani 1948. Tá ið lagt verður afturat, at Føroyar eru uttanfyri ES og Danmark innanfyri, er ikki hissini munur á rættarstøðuni og tí stundum neyðugt at gera úrskurð um røttu lógartulking.
Hægstirættur hevur eisini mangan greitt føroyskar fløkjur í lóg, millum annað í merkjamálinum, har úrskurðurin var at mál um brot og stríðsstig á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki skulu viðgerast í danska arbeiðsrættinum. Úrslitið av tí dóminum gjørdist føroysk serskipan við Fasta Gerðarrætti ið nú dømir í slíkum málum. Hetta førdi eisini við sær, at Fróðskaparsetrið fór undir gransking og undirvísing í arbeiðsrætti. Harumframt gjørdist Fasti Gerðarrættur partur í netverki hjá norðurlendsku arbeiðsrættunum. Sum vertur fyri árliga fundinum í 2009, fekk Fasti Gerðarrættur høvi at bjóða Børge Dahl og fýra øðrum hægstarættardómarum til Føroya. Tá varð tikið til, at nú vóru treytirnar helst loknar á fyrsta sinni fyri at seta Hægstarætt í Føroyum, tí fimm dómarar eru nóg nógvir at seta rættin. Hetta hugskotið kveikti áhugan, og nú komu so allir dómararnir heim til Føroya.
Á ferðini skuldu sjey dómarar døma, men allir 18 dómarar vóru við í ymsum kunnandi tiltøkum. Dómararnir høvdu serliga biðið um at hoyra um lóg á Setrinum, átøkini at menna løgfrøði sum gransking og undirvísing. Í framløgu síni legði Kári á Rógvi lektari dent á góða samstarvið higartil við aðrar stovnar, ikki minst Juridisk Fakultet á Københavns Universitet, sum hevur góðskrivað øll masterfakini higartil. Dómarar eru ofta censorar við próvtøkur í løgfrøði, og avrátt var at práta saman um at styrkja próvdømingina.
Nú meðan dómarar vitjaðu var undirvísing í havrætti, har Háskóli Íslands hevur dugnað okkum við at senda Pétur Dam Leifsson sum gestalærara. Pétur er ættaður úr Billhúsi í Sumba, so vit kunnu av sonnum siga, at hann er komin heim at undirvísa. Um helvtin av teimum lesandi eru av donskum universitetum, hini eru føroyingar ið taka skeiðið sum eftirútbúgving ella framhaldsnám av ymsum slagi.
Nevnast kann til stuttleikar at orðið “Forseti” er navn úr norrønu frumsagnunum, Eins og Óðin og Tórur var forseti ein av ásum. Sagt var um æsir, at teir sótu á dómstólum tá ið teir dømdu. Serliga var søgn um Forseta, at var sonur Baldurs og Nannu, átti salin Glitnir og var helsti dómari, tí allir fóru sættir frá honum. Heitið forseti er soleiðis ógvuliga hóskandi fyri fremsta dómara.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...