Hallbera F. West vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
Fríggjadagin 16. november vardi Hallbera F. West ph.d.-ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya.
Ritgerðin kallast: MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?
Verjan, sum var í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, gekk sera væl. Tað var nógv fólk og lýddi á, so nógv, at ein av metingarmonnunum helt, at tað var tað mesta, hann hevði upplivað til slíkt høvi.
Hans Andrias Sølvará, dekanur, leiddi verjuna. Eftir at hann hevði greitt frá mannagongdini, fekk Hallbera F. West høvi at leggja fram sítt arbeiði og niðurstøður.
Fyrsti andmælingur var Ólafur Þ. Harðarson, professari á Háskóla Íslands. Hann legði út við at rósa Hallberu fyri framløguna, sum hann helt tók væl samanum ritgerðina. Hann rósti ritgerðini, sum metingarnevndin helt vera góða, klára og væl skipaða. Hann helt grundgevingarnar vera góðar og greiðar í flestu førum og segði, at ritgerðin er væl grundað ástøðiliga. Hann setti síðani fleiri spurningar, sum Hallbera fekk høvi at svara.
Annar andmælingur var Kaare Strøm, professari á UC San Diego í USA. Hansara spurningar vóru m.a. um nýtsluna av ástøði.
Asbjørn Skjæveland, lektari, Aarhus Universitet, sum var formaður í metingarnevndini, var síðsti andmælingur. Hann spurdi nærri um, hvat Hallbera sjálv helt um føroysku skipanina útfrá síni gransking.
Hallbera greiddi væl frá sínum arbeiði og valunum, sum hon hevur gjørt ávegis. Hetta var eisini niðurstøðan hjá formanninum, tá hann takkaði fyri verjuna aftaná knappar 3 tímar við framløgum og kjaki.
Aftaná ein stuttan fund segði Asbjørn Skjæveland, at teir høvdu verið positivir um ritgerðina, eftir at hava lisið hana, og vóru enn meira sannførdir eftir verjuna. Ein samd metingarnevnd mælti tí til, at Hallbera F. West fekk tillutað ph.d.-heitið.
Sigurð í Jákupsstovu, rektari, handaði síðani prógv frá Fróðskaparsetrinum. Prógvið frá Aarhus Universitet verður latið seinni, sum siðvenja er har.
Hallbera hevur verið innskrivað bæði á Fróðskaparsetrinum og á Aarhus Universiteti. Vegleiðarar hava verið Helene Helboe Pedersen, lektari, Aarhus Universitet, Beinta í Jákupsstovu, professari, Høgskolen í Molde og knýtt at Fróðskaparsetrinum, og Jens Blom-Hansen, professari, Aarhus Universitet.
Verkætlanin er stuðlað av Granskingargrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið her
Verjan var stroymd, til ber at síggja alla upptøkuna her
Á myndini eru frá vinstru: Kaare Strøm, Beinta í Jákupsstovu, Asbjørn Skjæveland, Hallbera F. West, Ólafur Þ. Harðarson, Helene Helboe Pedersen og Jens Blom-Hansen
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...