Kalpana (2).jpg
Tað verður Kalpana Vijayavarathan, sum vegna Setrið fer at leiða verkætlanina
28.08.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Hálv millión til námsfrøðiliga verkætlan um fjarundirvísing

Danska Undirvísingar- og granskingarmálaráðið hevur játtað 500.000 kr. til verkætlanina “Distance Teaching and Learning in the Arctic Communities – DistARCTIC”. Talan er størstu játtanina, sum fæst til slíkar verkætlanir, og hon verður undir leiðslu av Fróðskaparsetrinum

Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á útbúgving í smærri ella fjarskotnum økjum og at nágreina, hvørji námsfrøðilig og didaktisk amboð hóska seg væl til talgilda fjarundirvísing. Hetta hevur stóran týdning fyri at kunna tryggja dygdargóða útbúgving og javnbjóðis møguleikar fyri øll uttan mun til, hvar tey búgva og ganga í skúla.

Málbólkurin í verkætlanini eru børn og ung í Norðurlondum, læraralesandi, granskarar, eins og undirvísarar á læraraútbúgvingum og hægri lærustovnum.

Kalpana Vijayavarathan frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrnum er ein av stigtakarunum til verkætlanina, og hóast nógvir samstarvsfelagar eru, verður arbeiðið undir leiðslu av Fróðskaparsetrinum.

Kalpana fer at arbeiða saman við granskarum frá mongum útbúgvingarstovnum í tí samtarvinum, sum kallast “Uarctic Thematic Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity”. Arbeiðið, sum byrjar í heyst, fer at halda fram í tvey ár.

Samstarvið hevur sum setning at virka fyri sosialum rættvísi og javnbjóðis møguleikum á læraraútbúgvingum í Arkis.

Lesið meira her