09.11.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hammershaimb 190 ár

Fríggjadagin 20. november 2009 verður eitt stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, nevnt Hammershaimb 190 ár. V.U. Hammershaimb (1819-1909) kennir hvørt mansbarn í Føroyum.


Hammershaimb var við til at loysa knútin um eina regluskipaða føroyska stavseting. Tað var miðskeiðis í 1800-árunum. Stavsetingin, ið ber hansara navn, er lítið og einki broytt, síðan hon av álvara varð tikin í nýtslu fyrst í 1900-árunum. Dagurin verður hildin í sambandi við, at tað í ár eru 190 ár, síðan hann var føddur og 100 ár síðan hann doyði. Tiltakið er alment og ókeypis. Byrjað verður kl. 9.00 og tað varir til umleið kl. 15.30.

Evnið verður málið í talgildum miðlum. Teir talgildu miðlarnar hava tað við sær, at tað ongantíð áður í Føroya søgu hevur verið skrivað so nógv á føroyskum sum nú. Tað serstaka við hesum miðlum er m.a. tað, at teir eru skriftligir, men sjálvur skriftformurin leggur seg ógvuliga tætt upp at talumálinum, soleiðis at úrslitið verður eitt slag av skrivligum talumáli, sum í sjálvum sær er ein andsøgn, tí at eitt eyðkenni við talumáli er, at tað ikki er skrivligt!

Við at velja hetta evnið verður roynt at venda eygunum móti einum parti av okkara samtíðarmáli. Málnýtslan í hesum elektronisku miðlunum, serliga á kjatt- og netkjaksíðum, verður mangan skírd sum óvandamál. Hvat er hetta fyri ein málformur, sum vit síggja her? Hvørja ávirkan fara hesir miðlar at hava á okkara stavseting sum frá líður? Hetta er eitt evni, sum er lítið umrøtt í Føroyum, men aðrastaðni verður granskað í hesum serliga málformi, sum mong siga hvørki er fuglur ella fiskur.  Við hesum evni vilja vit varpa ljós á málið í samtíðini og  partvís í framtíðini, tí hesir miðlar og hesin málformur er bara byrjanin. Hvussu verður í framtíðini? Sama hvat vit halda um hesar miðlar og málið í teimum, so stendur málið framman fyri sera stórum avbjóðingum í hesum miðlunum (sms’um, kjatti, netkjaki, teldubrøvum o.s.fr.) og í altjóðagerðini annars. Hvussu verður stavsetingin (sum ber Hammershaimbs navn) handfarin í hesum miðlunum. Millum spurningarnar, ið verða viðgjørdir:

:: Eru hesir miðlar ein hóttan móti føroysku stavsetingini?

:: Fer henda nýggja stavsetingin at ávirka ta regluskipaðu hammershaimbsku stavsetingina?

:: Fara næmingar at duga verri at stava føroyskt í framtíðini?

:: Ber til at hava ymsar stavsetingarnormar um somu tíð? o.s.fr.


Á skránni eru fyrilestrar. Tveir útlendskir granskarar fara at halda fyrilestur um málið á alnetinum. Teir eru Rickard Domeij úr Svøríki og Lene Rotne úr Danmark. Jógvan í Lon Jacobsen fer at hugleiða um arbeiðið hjá málnevndini í framtíðini. Harumframt er upplestur á skránni, har Birita Mohr fer at lesa upp úr antologiini. Kári Sverrisson og Mikael Blak fara at framføra skjaldur. Dagurin endar við einum pallborðsorðaskifti um málið í talgildum miðlum. Luttakararnir verða: Oddfríður Marni Rasmussen, Anna Ellingsgaard, Jan Berg Jørgensen, Kári Durhuus og Búi Rouch. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setur stevnuna klokkan 9.00. Men tað skal ikki bara vera tað rama álvarsemi, tí hava vit fingið skemtaran Jákup Veyhe at hava eina framførslu. Orðstýrari verður Jógvan Arge. Høvi verður aftan á framløgurnar at seta fram  spurningar og gera viðmerkingar.

Stuðlað tiltakinum hava: Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Fróðskaparfelag, Hammershaimbsgrunnurin og Norðurlandahúsið. Stovnarnir, sum hava fyrireikað dagin, eru: Føroyamálsdeildin, Føroyska málnevndin, Móðurmálslærarafelag Føroya  og Norðurlandahúsið. Fyrireikingarbólkurin er mannaður við: Jógvan í Lon Jacobsen formaður, Turið Sigurðardóttir og Vár í Ólavsstovu. Lena Reinert á Føroyamálsdeildini og Vígdis Petersen á kt-deildini á Fróðskaparsetrinum hava sniðgivið skrá, faldara og plakat. 

Skrá & luttakararnar