17.10.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hammershaimb-Jakobsen seminar

Lagt verður upp til, at eitt Hammershaimb-Jakobsen seminar verður árligur táttur á deildini


Mikudagin 19. oktober frá klokkan 9.00 til 14.00 verður eitt seminar á Loftstovuni á Føroyamálsdeildini. Vit hava valt at kalla tað Hammershaimb-Jakobsen seminar, og vóna, at undirtøka verður fyri hesum soleiðis, at tað kann gerast árligur táttur á deildini.

Á hesum fyrsta seminari verða ymiskir fyrilestrar. Eitt nú fer Helge Sandøy, sum er professari í norðurlendskum málvísindum við universitetið í Bergen at halda fyrilestur um “Endringar i talemålet. Nye granskingsmetodar - og nokre norske resultat”. Jógvan í Lon Jacobsen fer at tosa um tvær upptøkur, sum gjørdar eru í Suðuroy og Sissal Rasmussen fer at halda fyrilestur um “Máltøku hjá føroyskum børnum”.

Seminarið er ókeypis og øll eru vælkomin. Øll skráin sæst her:

09.00-09.30 Helge Sandøy: Endringar i talemålet. Nye granskingsmetodar - og nokre norske resultat

09.40-09.55 Jógvan í Lon Jacobsen: Kanning av tveimum upptøkum

10.00-10.20 Zakaris S. Hansen: Stílførsla og tað-innskot í eykasetningum

10.30-11.00 Edit Bugge: Resultat fra dialektmasketesten

11.10-11.30 Sissal Rasmussen: Máltøka hjá føroyskum børnum

12.15.12.30 Heðin Jákupsson: Heimildarfólk

12.40-13.00 Rakul Skaale: Støðan hjá suðuroyarmáli