Skriva út
Hammershaimbhald á Fróðskaparsetrinum
Mánadagin tann 25. mars 2019 verður skipað fyri haldi í sambandi við, at 200 ár eru liðin, síðani V.U. Hammershaimb var føddur á Steig í Sandavági.
Haldið verður í Sjóvinnuhúsinum (á Vestaru bryggju, Kongshøll), og byrjar klokkan 9; endað verður klokkan 15. Her verða fluttir fram fyrilestrar um ymisk evni, bæði um Hammershaimb og ta ávirkan hann hevði, um leiklut hansara í at evna til ta nýggju stavsetingina og um onnur málslig evni. Skránna sært tú við at trýsta her.
Klokkan 19 verður kvøldseta í Reinsarínum við millum øðrum upplestri, sangi og einum portretti av Hammershaimb. Skráin fyri kvøldsetuna sæst her.
Tað eru Føroyamálsdeildin og Málráðið, ið skipa fyri haldinum, sum er ókeypis.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...