Handverk og ferðavinna hond í hond
05.01.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Handverk og ferðavinna hond í hond

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er partur av altjóða granskingarverkætlan nevnd Craft International. Hetta er ein verkætlan til frama fyri lokalt handverk og ferðavinnu.


Endamálið við verkætlanini er at finna og fremja tiltøk, har tilfeingið er lokalt siðbundið handverk. Talan er um nýskapandi og burðardygga vinnu í útjaðaranum, og bulurin í tiltøkunum er ferðavinna.     

Henda verkætlan er eitt framhald av verkætlanini Economussée, ið Granskingardepilin hevur luttikið í síðani 2008. Munurin millum nýggju verkætlanina og Economusée er, at tað nú fyriliggur eitt grundleggjandi tilfar, ið skal brúkast til at menna fleiri Economusée tiltøk, við tí ískoyti, at ferðavinnan nú verður inndrigin sum beinleiðis samstarvspartur og netverkið verður ment.  

Ein partur av Craft International verður at knýta Economusée tiltøkini upp í skipaðar ferðaleiðir. Hetta skal tryggja, at alt Norðuratlantiska økið kann bjóða tiltøk, ið eru knýtt at hvør øðrum, har vørumerki er dygd og lokalt engagement.

Økini, ið eru partur av verkætlanini, eru: Norra, Svøríki, Kanada, Grønland, Føroyar, Ísland, Onglandi og Írland.

Gongdin í ferðavinnuni seinnu árini hevur víst, at tey sum vilja ferðast í Norðuratlantiska økinum ynskja sær autentiskar upplivingar. Tey vilja m.a. síggja og uppliva lokalt handverk, mat og mentan.

Craft International slóðar vegin fyri einum konsepti, har lokalt siðbundið handverk og ferðavinna ganga saman um at bjóða ferðafólki eina dygdar uppliving. Rávøran er tað siðbundna handverkið og søgan handan handverkið. Vørurnar, sum verða framleiddar á verkstøðunum, verða seldar lokalt og á internetinum.

Møguleikin at luttaka í verkætlanini er boðið alment út, og øll tey, ið fáast við lokalt siðbundið handverk, ið meta seg at lúka treytirnar, kunnu lata eina umsókn inn. Freistin er 20. januar 2012. Hetta er lýst í bløðunum og á heimasíðuni www.socdev.fo

Verkætlanin er fíggja av Northern Pherephery Project, NORA, Vinnuframagrunninum, Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning o.ø.

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning