Hann dregur á luftina. Hvør er "hann"?
17.02.2017
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Hann dregur á luftina. Hvør er "hann"?

Ein seinnapartur við føroyskum. Týsdagin verða seks fyrilestrar um ymisk viðvíkjandi føroyskum.


Tann 21. februar verða nakrir fyrilestrar um føroyskt á Føroyamálsdeildini.

Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.

Summir fyrilestrar eru á enskum, ein á føroyskum (hóast power point framløgan er skrivað á enskum), og ein verður á norskum.

Eftir hvønn fyrilestur er høvi at seta spurningar, og eisini verður møguleiki hjá fólki at seta seg í samband við teir ymisku málfrøðingarnar, um tey vilja hava meira at vita um eitt spesifikt evni.

Fyrilestrarnir verða í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini 21. februar kl. og byrja kl. 12.30. Føroyamálsdeildin er í V.U. Hammershaimbs gøtu 16 í Havn.

Skráin er hendan:

Kl. 12.30-12.50: Hjalmar P. Petersen - The spread of -sa
Kl. 13.00-13.20: Trond Trosterud - Rættstavarin
Kl. 13.30-13.50: Thórhallur Eythórsson - Weather verbs

Kl. 14.00-14.10: Steðgur

Kl. 14.10-14.30: Ásgrímur Angantýsson - Matrix V1, V2 and V3 in Icelandic and Faroese
Kl. 14.40-15-00: Hans M. Gaertner: Some Varieties of “Embedded V2”
Kl. 15.10-15.30: Jóhannes G. Jónsson - Genitive objects in Faroese Ballads