29.09.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hanna S. Absalonsen 70 ár

Mikkjalsmessudag, tann 29. september, fyllir Hanna S. Absalonsen 70 ár.


Hon hevur verið í starvi á Føroyamálsdeildini í góð 44 ár. Hon byrjaði í 1970 við orðabókararbeiði, og seinni varð hon sett í eitt fyrisitingar- og savnshjálparastarv. Í 1985 varð Hanna sett í starv sum granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini, og hetta starvið hevur hon samvitskufult røkt, til hon nú verður 70, 1. oktober fer hon frá fyri aldur.
Í 2005 tók hon  BA-prógv á Føroyamálsdeildini, og fyrr í ár tók hon MA í føroyskum við serritgerð um sálmarnar hjá Victori Danielsen. Í 1988 tók hon 2-ára gudfrøðiútbúgving á Gudfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya, og í 1985 tók hon Cambridgeskeið (Proficiency) í enskum á Fróðskaparsetri Føroya. Í 1970 var hon á ársskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini.
Barnaskógvarnir vórðu troddir suðuri í Vági, har hon gekk í barnaskúla, og har hon tók preliminerprógv í 1960. Í 1964 tók hon studentsprógv á Føroya studentaskúla í Hoydølum.
Hanna hevur verið sera virkin á mongum økjum. Ikki ber til at nevna alt, men t.d. hevur hon í umleið 25 ár rættlisið Varðan og tikið sær av øðrum rættlestrum og týðingum til føroyskt og undirvíst útlendingum í føroyskum.  
Hanna er ein teirra, sum hevur starvast longst á Fróðskaparsetrinum. Hennara arbeiðsøki hevur m.a. verið at havt ábyrgdina av savnindunum í teirri eldvardu goymsluni, og tað hevur hon gjørt sera vandaliga. Nærløgd og hjálpsom, og við síni stóru vitan og góða hjarta var hon altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond. Hanna hevur eisini gjørt bandupptøkur, bæði sum hjálparfólk hjá øðrum, men eisini egnar upptøkur.
Starvsfólkini á Føroyamálsdeildini vilja á henda hátt senda Honnu eina heilsan og ynskja henni og øllum hennara hjartaliga til lukku við teimum 70 árunum. Samstundis vilja vit takka henni fyri tey mongu árini, hon hevur verið í starvi á deildini. Vit ynskja henni blíðan byr, nú hon skal njóta lívið sum pensjonistur.