Hans Andrias og Kristianna hildið fyrilestur á Gibraltar
Í døgunum 12.-14. oktober 2017 var altjóða ráðstevnan “Understanding Referenda and Self Determination in Europe” á Gibraltar. Luttakararnir vóru bæði akademikarar og parlamentarikarar
Akademisku fyrilestrarhaldararnir komu frá ymiskum fakligum siðvenjum, stovnum og universitetum, m.a. frá Gibraltar, Onglandi, Írlandi, Skotlandi, Spania, Danmark, Grønlandi og úr Føroyum. Harumframt luttóku parlamentarikarar, m.a. úr Føroyum, Gibraltar og úr Barcelona. Evnið á ráðstevnuni - fólkaatkvøður og sjálvsavgerðarrættur - var serliga viðkomandi í samband við Brexit og fólkaatkvøðuna í Katalonia.
Fyri Gibraltar, sum hoyrir til og ynskir at hoyra til ensku krúnuna og samstundis ynskir at vera verandi í ES, hevur hetta evnið serligan týdning í samband við Brexit. Serliga avgerandi og fløkt er evnið av tí, at meðan bretar hava viðurkent, at Gibraltar hevur sjálvsavgerðarrætt, so metir Spania økið verða spanskt og krevur at tað skal gerast partur av Spania.
Í Føroyum hevur hetta evnið leingi verið viðkomandi og tað hevur fingið nýggjan týdning og áhuga - eisini uttanfyri Føroyar - í samband við ætlaðu fólkaatkvøðuna í 2018. Hans Andrias Sølvará helt á ráðstevnuni fyrilestur við heitinum “The Faroe Islands – from Norwegian dependency to self-determination in the Danish State”, meðan Kristianna Winther Poulsen helt fyrilestur við heitinum “Towards a constitution for the Faroe Islands”.
Hetta er altjóða ráðstevna, sum The Gibraltar Garrison Library skipar fyri á hvørjum ári.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...