Skriva út
Hans Andrias Sølvará verjir ritgerð fyri ph.d.-heitið
Tann 19. februar kl. 13 verjir Hans Andrias Sølvará, lektari, ritgerð fyri ph.d.-heitið.
Ritgerðin umfatar bókina Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í 2014, og The Rise of Faroese Separatism, sum kemur út í bók ein av fyrstu døgunum.
Verjan fer fram í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum og byrjar kl. 13 stundisliga.
Ritgerðin liggur frammi á Føroya Landsbókasavnið, har øll eru vælkomin at kunna seg við hana.
Andmælingarnir eru Uffe Østergaard, ph.d., professari emeritus, á CBS, Gunnar Karlsson, dr.phil., professari emeritus á Háskóla Íslands og Beinta í Jákupsstovu, dr. polit. Førsteamanuensis á Høgskolen í Molde. Verjan fer fram á donskum.
Verjan verður "stroymað" - tvs. varpað beinleiðis á setur.fo fríggjadagin 19. februar, kl. 13.00 - her:
Stroyming
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...